Eyðkennisløgini frá Matador, Alley Cat, Olsen Banden og Forelsket i København rungaðu í Norðurlandahúsinum seinnapartin í gjár. Kendi maðurin handan løgini tann ungi og vælhýrdi Bent Fabricius-Bjerre stóð í gjár fyri fyrstu ferð nakrantíð á palli í Føroyum.
Hóast Bent Fabricius-Bjerre hevur 81 ár á baki, stendur hann ikki í stað, men leitar áhaldandi eftir nýggjum avbjóðingum. Eitt nú er hann nýtrúlovaður við 38 ára gomlu Camillu Arndt. So hóast høgan aldur stendur hann heldur ikki í stað á hesum økinum.
Við sær á pallinum í Norðurlandahúsinum í gjár hevði Bent Fabricius-Bjerre De Græd Trio, sum hann hevur spælt saman við í átta ár. Somuleiðis sang songkvinnan, Trine Gadeberg, við í fleiri songum.
Í Sosialinum í morgin verður ummæli av konsertini.