Talv
Tað kom sum ein bumba tá Bent Larsen uttan varskóð bleiv innlagdur við veskusamling í heilanum. Hann hevði tá telva eitt talv í DM. Hann varð tó sera heppin, og tveir mánaðir eftir hendan tilburð fór hann troyttur men frískur yvir aftur til Argentina, har hann leingi hevur havt búðstað.
65 ára gamli Bent Larsen bleiv fyrsti danski stórmeistarin, og varð leingi millum fremstu telvarnar í heiminum. Hann hevur mangar sterkar kappingar vunnið í 60´unum og 70´unum, har eitt nú Spassky, Karpov og aðrir sterkir stórmeistarar eisini hava luttikið. Nógvan heiður hevur hann fingið, eitt nú valdur til næsterkasta telvara í heiminum í 1976. Síðani Curt Hansen í 1985 bleiv næsti danski stórmeistari, hava fimm aðrir fingið hendan tittul, og eru tað nú sjey danskir stórmeistarar.
Tað er tó ein heiður sum Bent Larsen manglar, nevnliga heimsmeistaraheitið. Hann fekk dyggan smeit tá hann í kappingini um at bjóða Boris Spassky av í 1969, tapti heili 6-0 ímóti Bobby Fischer, sum loksins vann á Spassky.
Ulf Andersson og Bent Larsen javnir
Í hesum døgum luttekur Bent í stórmeistarakapping í Argentina, har eitt nú fremsti sviin Ulf Andersson eisini luttekur. Telvað eru fýra umfør, og liggja danin og sviin javnir í toppstríðnum við trimum javnleikum og einum vunnum talvi hvør. Hetta má sigast at vera góð byrjan hjá Bent, sum ikki tykist at hava tikið skaða av heilatilburðinum fyri einum árum síðani.
Flóvin og Rógvi í Íslandi
Havnar Telvingarfelag og Talvfelagið Grandrokk í Reykjavík gjørdu í fjør avtalu sum inniber, at hevur eitt av hesum feløgum brúk fyri hjálp í eitt nú liðkappingini, kann tað lána telvara telvara úr vinarfelagnum.
Enn hevur Havnar Telvingarfelag ikki gjørt sær dælt av hesum, og hevur tað helst ikki verið neyðugt. Havnar Telvingarfelag vann jú FM í ár.
Hinvegin hava Flóvin Tór Næs og Rógvi W. Rasmussen, sum eru limir í Havnar Telvingarefelag, verið nakrar túrar í Íslandi. Talvfelagið Grandrokk er eitt sermerkt talvfelag. Telvað verður nevnliga í einari barr, nevnd Grandrokk. Felagið hevur ment seg nógv, í fjør vunnu teir 3. deild og í ár hjálptu føroyingarnir teimum at vinna 2. deild. Telvað verður bert í tveimum vikuskiftum í íslendsku liðkappingini, í november og mars.
Einstøku úrslitini hjá Flóvin og Rógva hevur ikki verið møguligt at fingið fatur á.