Benzema skoraði sítt mál nummar 300

La Liga: Real Madrid er komið aftur á beint, men kreppan heldur fram í Barcelona

Mynd: (Scanpix)

Real Madrid vann í gjár 4-1 á Valencia og hevur reist seg, eftir at kongafelagið óvæntað tapti ársins fyrsta dyst. FC Barcelona misti á stokkinum móti Granada og krepputekin síggjast væl.

 

Real Madrid er greitt oddalið í sponsku landskappingini. Tí kom tað óvart á, tá Real Madrid tapti fyri Getafe í ársins fyrsta dysti. Í gjár var mótstøðan sterkari, men avrikið var eisini meira sannførandi.

 

Heimaliðið vann 4-1, og hóast illar tungur halda at Real Madrid fekk nakar fyrimunir í dystinum, so er úrslitið ikki til at taka feil av. Karim Benzema og Vinicius Junior skoraðu tvey mál í part. Fyri Karim Benzema er talan um mál nummar 300 fyri Real Madrid.

 

FC Barcelona hevur verið í kreppu í longri tí, men við einum sigri á Granada kundi katalanska stórfelagið vunnið seg upp á triðja plássi, men so bleiv ikki. Hóast Luuk de Jong legði gestirnar úr Barcelona á odda, so endaði tað við útvísting til Gavi og útjavnandi máli til Granada. Og tað var uppiborið.

 

Í dystinum bleiv miðverjin, Eric Garcia, skaddur og skal sita uttanfyri í upp til fimm vikur. Hóast FC Barcelona hevur útleigað Phillipe Coutinho til Aston Villa, so er tað ikki nokk til at skráseta nýkeypið, Ferran Torres. Tú kundi sagt, at eftir 1-0 sigurin á Mallorka í farnu viku, so er alt við tað sama í rokaliga stórfelagnum, sum nú er nummar seks í La Liga.

 

1Real Madrid21154245:1849
2Sevilla19125230:1341
3Real Betis19103632:2333
4Real Sociedad2096522:2133
5Atlético Madrid1995531:2232
6Barcelona2088431:2332
7Rayo Vallecano1993726:2030
8Villarreal1977531:2028
9Valencia2077632:3228
10Athletic Bilbao2069520:1727
11Espanyol1975722:2226
12Granada2059624:2724
13Celta Vigo2065922:2323
14Osasuna1957718:2522
15Mallorca2048817:3020
16Getafe1946913:2018
17Elche1937918:2716
18Alavés19441116:3016
19Cádiz1928915:3214
20Levante20181121:4111

Mynd: (Scanpix)