Nú freistirnar fyri at taka av sínum tilboðum um upptøku á einstøku útbúgvingunum eru farnar, er greitt, at summi pláss framvegis eru tøk á Fróðskaparsetrinum.
Les eisini: Ber framvegis til at sleppa inn
Slapst tú sostatt ikki inn í fyrsta umsóknarumfari, ella søkti tú ikki rættstundis, ber til at søkja inn á hesar bachelorútbúgvingarnar á Setrinum til og við 17. august:
- Føroyskt
- Søgu
- Politikk og umsiting
- Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
- Búskaparfrøði
- Orkuverkfrøði
- Orkuvísindi
- Orkuvísindi og støddfrøði
Harafturat eru eisini pláss tøk á nøkrum av masterútbúgvingunum:
- Í føroyskum málið og bókmentum
- Í søgu, innan smátjóðir og altjóðagerð
- Politikki og umsiting
- Sosialvísindum og samfelagsplanlegging
Eisini eru tøk pláss á hjánámum í:
- Føroyskum
- Politikki og umsiting
- Sosialvísindum og samfelagsplanlegging
- Søgu
- Støddfrøði
Til ber at søkja um heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum.