PRÀT
Ein av teimum, sum heilt greitt er ímóti samanlegging, er Tróndur Patursson. Kendi listamaðurin telist millum teirra í kommununi, sum rópar harðast fyri at fáa fólk at atkvøða nei leygardagin.
?Hetta er at halda okkum fyri gjøldur at skunda alt ígjøgnum á henda hátt, sigur Tróndur Patursson.
Listamaðurin er ikki eina løtu í iva um, at svarið eigur at vera nei leygardagin.
?Vit fáa alt ov lítla kunning. Eitt bræv kemur við postinum og so ein fund og fýra dagar seinni skulu vit atkvøða. Hetta ber ikki til, sigur Tróndur Patursson.
Hansara støða er tann, at hann er ímóti mátanum, ið hetta verður gjørt uppá. Men hann hevði eisini verið ímóti, um tað varð gjørt øðrvísi.
?Hevði fólkaatkvøðan verið útsett nakrar vikur ella mánaðir, so høvdu fólk kunna hugsa seg betri um, og tey hevði givið eitt rættvísari úrslit, sigur Tróndur Patursson.
Eitt nú hevði hetta givið betri møguleikar at kjakast um málið, heldur Tróndur.
Lítil fyrimunur
Tað, at sáttmáli er gjørdur, heldur Tróndur heldur ikki vera rætta vegin at fara.
?Vit skuldu fingið møguleikan at sagt okkara hugsan, men ístaðinfyri verður hetta bara koyrt yvir høvdið á okkum, sigur Tróndur Patursson.
Hann sigur, at tey eru nøkur, sum arbeiða fyri, at atkvøtt verður nei leygardagin, og hann roknar eisini við, at so verður.
?Tað kann vera, at vit einaferð verða noydd at fara uppí, men hetta hevur ongan skund. Vit kundu eisini lagt saman við øðrum kommunum á Streymoynni, sum eins og vit eru landbúnaðarbygdir, sigur Tróndur.
Hann heldur, at kommunan eigur at klára sínar skyldir sjálvt. Hann stúrir eisini fyri, at landslagið í Kirkjubø og Velbastað verður broytt.
Líka fyri líka
Men verður samanlegging, so ynskir Tróndur, at fólk í Kirkjubø og Velbastað fáa nakrar fyrimunir, men hetta er ikki so líka til, roknar hann við.
?Tað skal vera líka fyri øll í allari kommuni, og tí kunnu vit ikki rokna við, at vit sleppa at avgera serliga nógv sjálvi, sigur Tróndur.
Tað er í hansara fatan tvætl, at kommunan er noydd at fara saman við Havnini.
?Vit mugu bróta upp um armar og skapa okkara egnu framtíð. Eg vil ikki vakna upp sum havnamaður týsdagin, sigur Tróndur Patursson.