Ber ikki til at seta seg upp móti politinum

Jónfríð Venned og Randi Waag Jacobsen, sum meldaðu tveir politistar fyri harðskap á Summarfestivalinum, hava avgjørt ikki at gera meira fyri málið. Niðurstøðan hjá Statsadvokatinum var, at politistarnir høvdu verið harðiligir, men ikki meira enn neyðugt var.

Randi Waag Jacobsen sigur við Rás 2, at tær ikki hava orku til at kæra avgerðina hjá Statsadvokatinum. Haraftrat hava tær ásannað, at ikki ber til at seta seg upp móti politinum.

- Eg vóni, at hasir báðir menninir hava fingið okkurt at hugsa um, sigur hon.