Tað ber ikki til at staðfesta, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, breyt nakra lóg, tá ið hann legði Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovuna saman.
Tað hevur løgfrøðingurin hjá Føroya Arbeiðarafelag nú staðfest. Felagið varð so misnøgd við framferðina, at tey heittu á løgfrøðingin um at kanna møguleikan fyri at stevna Johan Dahl.
- Niðurstøðan er, at við teimum skjølum, sum eru tøk, ber ikki til at staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur brotið reglurnar í Arbeiðsumhvørvislógini, sigur Georg F.
Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Hann ivast tó framvegis ikki í, at landsstýrismaðurin átti at havt ráðført seg við Arbeiðsumhvørvisráðið, tí endamálið hjá ráðnum at nettup at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast.
Eitt nú skal ráðið skal ráðgeva landsstýrinum í spurningum um arbeiðsumhvørvi, heilsu og sosialmál.
- Men í hesum føri hevur landsstýrismaðurin ikki givið Arbeiðsumhvørvisráðnum høvi at siga sína hugsan um størstu broytingina á arbeiðsumhvørvisøkinum seinastu mongu árini, sigur Georg F. Hansen.
- Tað halda vit vera sera óheppið, og beinleiðis brot á kunngerðina um Arbeiðsumhvørvisráðið, heldur Georg F. Hansen.
Hann heldur, at tað ber sjálvandi ikki til at siga, um samanleggingin fer at forða stovninum at røkja sínar uppgávur í framtíðini.
- Men vit eru sannførd um, at tær skerjingar, sum eru gjørdar, fara at gera tað tórført at røkja tær uppgávur, sum stovnurin skal røkja og hetta kann so aftur ávirka trygdina og heilsuna hjá teimum, sum arbeiða á føroyskum arbeiðsplássum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelagi.