Ber væl til at avtaka landsskattin

VINNUDAGUR: Hetta eru Føroyar og Danmark ímóti restini av verðini

 

 

- Tað ber væl til at avtaka landsskattin, ella í øllum førum at minka hann niður í helvt, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur, sum er høgrumegin á myndini.

 

Kortini ásannar hann, at vit noyðast at krevja skatt inn fyri at fíggja okkara vælferðartænastur.

 

- Spurningurin er bara, hvussu vit krevja skattin inn.

 

Og hann kann ikki koma í tankar um nakað slag av skatti, sum er skaðiligari enn vanligur lønarskattur, leggur hann afturat.

 

Orsøkin er, at lønarskattur hevur beinaleiðis negativa ávirkan á bruttotjóðarúrtøkuna og útboðið av arbeiðsmegi.

 

Tað kemst rætt og slætt tí at tað er verri at fáa fólk til arbeiðis, tá ið útlitini eru fyri, at tey skulu rinda helmingin í skatti.

 

Hann sigur, at skulu vit tosa um skatt, eru tað Føroyar og Danmark ímóti restini av verðini.

 

- Í øllum øðrum londum eru tey skilabetri enn vit og  hava ein nógv lægri lønarskatt enn vit hava.

 

Kári Petersen heldur, at tað ber væl til at lækka inntøkuskattin heilt munandi, kanska næstan niður í helvt.

 

Tilsamans rinda føroyingar 1,2 milliard í landsskatti. 

 

Hann vísir á, at eitt nú er skrásetingargjald av bilum nógv lægri í Føroyum enn í øðrum londum.

 

- Vit bera okkum at um vit eru bilaframleiðarar. Í Svøríki og í Týsklandi, har tey gera bilar, hava tey lágt skrásetingargjald fyri at ikki at oyðileggja ídnaðin í landinum. Men vit gera tað sama, hóast vit ikki framleiða bilar.

 

Kári Petersen heldur eisini, at sjómannafrádrátturin skal avtakast, tí hann hevur bara skaðiliga ávirkan á samfelagið.

 

Hann nevnir eisini møguleikan fyri ognarskatti og tað, bretar nevna poll-skatt, altso at skattur verður lagdur á eintaklingar.

 

Talan kann vera um einar 1000 krónur um mánaðin fyri hvønn skattgjaldara, ella 300 milliónir um árið.

 

Og so nevnir hann tilfeingisskattin, tað kundi saktans givið einar 450-500 milliónir

 

- Nú eru vit longu upp á gott 800 milliónir, og gevur skrásetingjøld, sjómannafrádrátturin og møguligur ognarskattur 200-300 milliónir, eru við longu uppímóti tí, sum landskatturin gevur í løtuni.

 

Kári Petersen sigur, at hetta eru alt skattir, sum ikki taka hugin frá fólki at arbeiða.

 

Tað hevði eisini  bøtt munandi um keypiorkuna hjá fólki, umframt tað hevði lætt um krøvini um lønarhækkingar, ella lønartrýstið, sigur Kári Petersen.