Bera okkurt aftur

Tónleikararnir skulu fáa viðurkenning fyri tann tónleikin, sum teir ríka okkum við, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA.

 

Konsertskráin er nú løgd og borðreiðir við øllum frá fólksligum tónum til víkingamálm og kórsang. Jút hetta er eisini tað, sum eyðkennir hugsanina handan tiltakið: Eitt tónlistatiltak fyri tónleikarar.

- Føroysku tónleikararnir geva okkum ómetaliga nógv, og vit ynskja at bera teimum okkurt aftur, sigur Rólant Waag Dam, sum samskipar ársins FMA.

 

Hann var eisini samskipari fyri arbeiðsbólkin, ið tók stig til at fara undir FMA farna ár, tá heilar 20 heiðurslønir vóru handaðar føroyska tónleikalívinum.

- Eitt tiltak, sum fagnar og heiðrar føroyskum tónleikarum er avgjørt eitt neyðugt tiltak, har tónleikararnir fáa viðurkenning fyri tónleikin, sum teir ríka okkum við. Tað eru ikki fíggjarlig áhugamál ella vinningar, sum dríva okkum at skipa fyri tiltakinum, men heldur tónlistaligi áhugin. Í arbeiðsbólkinum vildu vit heiðra tónleiki, sum annars ikki fær innivist í fjølmiðlunum ella verður spældur í tamb í loftmiðlunum, hóast eyðsýnda tónlistarliga góðsku, sigur Rólant Waag Dam.

 

- Tá endamálið er at fevna breitt innan føroyska tónleikaheimin, verður sjálvsagt ógvuliga torført at flokka ymisku sjangrurnar, sum eisini gjørdist eitt av kritikkpunktunum til FMA 2014. Tær tríggjar høvuðsflokkingarnar eru varðveittar, men tó munandi snøggari. Harafturat hava vit avgjørt, at tað verður fullkomiliga upp til førleikasterku og serkønu dómsnevndirnar at heiðra 20 avrikunum frá farna ári. Áhoyrarin er tó ikki heilt útihýstur, men fær fríar teymar at greiða sms-atkvøðu til ársins live bólk ella einstakling, treytað av, at hesi hava havt minst eina almenna framførslu í 2014 sigur Rólant Waag Dam.

 

Faroese Music Awards er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya og Miðlahúsið og í arbeiðsbólkinum sita Rólant Waag Dam, samskipari, Eyðfinn Jensen, umboð fyri KVF, Fróði Vestergaard fyri NLH, Barbara Holm fyri Miðlahúsið, Elin Brimheim Heinesen fyri music.fo og Ólavur Larsen og Sunleif Rasmussen, sum eru umboð fyri tónlistaliga umhvørvið.

- Talan var ongantíð um, at FMA skuldi vera ein popularitetskapping, skilt á tann hátt, at einans rúm skuldi vera fyri mest útbreidda og kenda tónleikinum. Heldur skuldi dygdin á tónlistarliga fjølbroytninum í Føroyum heiðrast. Tískil hava vit skipað heiðurslønahandandina soleiðis, at køn fólk innan ásettu flokkingarnar treytaleyst sleppa at lata virðislønirnar. Á tann hátt taka vit bæði førleikarnar hjá dómsnevndunum og ikki minst tónleikarunum í størsta álvara, sigur Rólant Waag Dam, ið gleðir seg til enn eitt umfar av tónleikafagnaði.