Berg Motors: Bilar og dekk til veturin

Við keypi av fýra nýggjum kavadekkum bjóðar dekksølan hjá Berg Motors eitt dekk sum avsláttur.

 

Nú veturin nærkast, er bilasølan hjá Berg Motors klár við fýrahjólsdrivnum Suzuki bilum av fleiri ymiskum modellum.

 

Suzuki Jimny, Suzuki Ignis, Suzuki Vitara og Suzuki S-Cross. Allir eru hybrid uttan Jimny. Teir eru bíligir í drift og hava sera lágt Co2-útlát.

 

Suzuki eru eyðkendir av japanska kvalitetinum. 

 

Umframt Suzuki umboðar Berg Motors eisini Aiways elbilarnar og Subaru, ið helst eru heimsins mest framkomnu AWD og eru millum heimsins tryggastu bilar.

 

- Vit hava dag til dag levering. Um kundin ynskir sær ein bil, sum vit hava á goymslu, er hann klárur at heinta dagin eftir. 

 

Hjá Berg Motors siga tey, at øll eru vælkomin til eitt bilprát og at síggja og royna bilarnar.  

 

##med2##

 

 

 

Vetrardekk við stórum avslátti 

 

Dekksølan hjá Berg Motors er ein av teimum stóru í landinum við stórari goymslu av kvalitetsdekkum, og dekksølan hevur lagt seg eftir at hava flest øll dekk á goymslu til egin bilmerkir. 

 

Við keypi av fýra nýggjum kavadekkum bjóðar dekksølan hjá Berg Motors eitt dekk sum avsláttur. Tað vil siga, at um kundin keypir fýra dekk, fær hann tað eina ókeypis.

 

Montering og balansering er við í prísinum.

 

- Eisini geva vit óbindandi tilboð upp á dekk og felgur, verður sagt frá dekksøluni hjá Berg Motors. 

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Suzuki Jimny.

Suzuki Ignis.

Suzuki S-Cross.

Suzuki Vitara.