Berg Motors ? selt Mazda í 35 ár

Tann 1. mars 1968 var føroyski bilasølumaðurin, Johannes Berg, í Japan og skrivaði undir sáttmála við Mazda bilverksmiðjuna um beinleiðis innflutning av Mazda bilum til Føroyar. Fyrstu bilarnir vóru komnir árið fyri, í 1967

35 ár eru liðin, síðan Jóhannes Berg skrivaði undir sáttmála við Toyo Kogyo bilverksmiðjuna í Japan um beinleiðis innflutning av Mazda bilum til Føroyar.
Johannes hevði tá innflutt amerikansku Rambler bilarnar síðan 1960. Tá hann í 1966 var á fundi við amerikansku stjórarnar á Rambler bilverksmiðjuni, American Motors, søgdu teir honum, at japanska Toyo Kogyo bilverksmiðjan leitaði eftir innflytarum av Mazda bilunum í Evropa. Teir hildu, at Mazda skuldi verið eitt gott alternativ hjá Jóhannes Berg at havt afturat Rambler bilunum. Teir fyrstu fimm Mazda bilarnir komu í 1967 sum ein roynd. Tað vísti seg skjótt, at stórur áhugi var fyri Mazda bilunum í Føroyum. Tað skuldi eisini vísa seg, at Jóhannes var á røttum stað til rætta tíð. Hetta var um tað mundið, tá valutaloyvini vórðu tikin av, og fólk byrjaðu at keypa privatbilar. Tann 1. mars 1968 skrivaði Jóhannes undir sáttmála við Toyo Kogyo um beinleiðis innflutning av Mazda bilum til Føroyar. Hann legði fastan ordra inn til teir um at fáa 20 Mazda bilar um mánaðin. Fólk hildu mannin vera svakan, 20 bilar um mánaðin. Men veruleikin var, at fólkið hungraði eftir bilum. Valutaloyvini vóru tikin av, og nú kundu øll frítt keypa bil. Mazda bilarnir lógu sera væl í prísi. Tann minni, Mazda 1200, kostaði í bíligastu útgávuni 15.700 krónur og tann størri, Mazda 1500, kostaði umleið 18.000 krónur. Mazda var frá byrjan av ein "succes".
Byggja virkisbygningar
Skrivstovan og eykalutagoymslan hjá Berg Motors var í húsunum hjá Jóhannes Berg í J. Paturssonargøtu, og verkstaðurin var við Heygsvegin, har sum Triv heldur til í dag. Sølan av Mazda bilum vaks alsamt um alt landið. Fyri at veita kundunum í Eysturoynni betri tænastu keypti fyritøkan ein bilverkstað á Glyvrum. Hetta var umleið 1970. Eisini blivu avtalur gjørdar við umboðsmenn aðrastaðni í landinum.
Fyritøkan fekk eisini Chrysler umboðið. Teir seldu tá bilmerkini Simca, Sunbeam, Chrysler, Plymouth og Dodge. Seinni í 70-unum keypti Jóhannes elementvirkið á Norðskála frá Árna Brattaberg, og fekk hann fyrrverandi byggimeistaran í Havn, Petur Michelsen, at standa fyri virkinum. Hetta kom væl við hjá Jóhannes Berg, ið hevði ætlanir um at byggja tveir stórar bygningar, ein á Hálsi í Havn og ein á Glyvrum - har sum Bónus er í dag.
Bygningurin á Hálsi varð bygdur á miðstaðarøkinum, har seinni komu fleiri aðrir handilsbygningar. Tá teir eisini fingu umboð fyri Scania lastbilar og bussar, kom tað væl við at hava ein stóran virkisbygning. Fyritøkan hevur eisini Avis bilútleigan.
Í mong ár var Mazda mest selda bilmerki í landinum. Í sambandi við at 35 ár eru liðin, síðan sáttmálin millum Mazda bilverksmiðjuna í Japan og Berg Motors varð undirskrivaður, verður opið leygardagin 1. mars frá kl. 10-16 við nógvum góðum tilboðum.