Bergfríð er gift Súlberg Klakstein og eiga tey fimm børn, Jóhan (27), Beinta (25), Zakaris (21), Bjørg (13) og Jákup Bernhard (10). Eisini er fyrsti ommubarnid komið.
Bergfríð er dóttir Zakareu og Jákup Bernhard Petersen, sálu, vanliga nevnd Dea og Bernhard í Brekkuni.
Úti í Brekkuni vaks hon upp saman við tveimum beiggjum og trimum systrum.
Hon gekk øll síni skúlaár á Ziskartrøð og 17 ára gomul byrjaði hon at arbeiða á Toll og Skatt, har hon hevur verið síðani.
Bergfríð hevur í mong ár verið limur í Javna, og harafturat er tað ymiskt hondarbeiði ið hevur hennara áhuga.
Tillukku við tí stóra degnum og alt gott framyvir!