Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður
1)Hoyrdi í fjølmiðlunum, at man visti ikki hvussu bleiv við tunnulsgerð ímillum Húsavík og Dal. Heldur ikki um peningurin fór at røkka til at projekterað fyri í ár. Hetta vóru úttalilsir frá stjóranum á Landsverki.
Eg skal gerða viðmerkingar til hetta. Í 2004 var peningur játtaður til kanningar av tunnilsgerð ímillum Húsavík og Dal. Men tað sum hendi, var at Landsverk kom so seint í Sandoynna at arbeiða. Sostatt blivu teir ikki lidnir við forkanningarnar.
Hetta eiga dalbingar ikki at svíða fyri, tað sær soleiðis út eftir útalisinum.
Í hesum árinum - altso 2005, er ein millión avsett til at projekterað arbeiðið við, og tað er eisini tað sum eg fyrihaldi meg til, soleiðis at hetta arbeiðið kann byrja sum skjótast.
Vælsaktans kunnu vit ikki bjóða dalbingum eina farleið, sum er beinleiðis vandamikil at ferast eftir. Har ið tað er dagligur kostur, at vegurin næstan loysnar undan akfarinum.
Ávirkan
2) Annars sær tað ikki út til, at Sandoyggin hevur møguleikan leigi avtrat at ávirka nakað í gjøgnum Løgtingið.
Tá ið eg havi hoyrt mín góða vin, Jógvan við Keldu gramt seg um at valskipanin má broytast, tí tað er synd í Tórshavn. Teir fáa ov fá umboð vald inn á ting, sostatt eru teir ov illa umboðaðir í tinginum.
Haraftur ímóti kann Sandoyggin væl verða umboðan á tingi fyri uttan. Slík úttalilsir falla mær fyri brósti. Tórshavn sum flýtur í mjólk og hunangi hevur onga neyð, hvørki so ella so, Jógvan.
Nei, royni tit heldur at menna útjaðarin, heldur enn at avvápna hann heilt, soleiðis at eisini røddirnar, sum skulu halda skansan á tingið skulu tagna.
Eg vóni at veljarin skrivar sær aftan fyri oyra, hvørjar røddir á tingið vilja avvápna útjaðaran, fyri at fáa eitt enn sterkari miðstaðarøkið.
Eitt dømi
Í skrivandi løtu.
3) Tað er ein góður mánaði síðani eg sá okkara nýggju skútu "Teistan".
Skipið bleiv tikið úr sigling í jólamánaðinum. Síðani hevur eitt avloysaraskip silgt um Skopunarfjørð, sum eftir míni meining er óegna. "Teistin" er alt ov nógv úr sigling.
Sandoyggin og Suðuroyggin liggja soleiðis fyri, at tær mugu hava gott flutningssamband, tann møguleikan mugu útoyggjarnar eisini hava.
Prísurin til flutning eigur ikki at gerða hesar oyggjar minni kappingarførðar.
Liðugt vøra av flakavirkjum, eigur at fáa flutningsstuðul.
Eg kann t. d. nevna, at tá ein keypur eina bingju av lidnari vøru úr Sandoynni, so er henda vøra í bingjuni uml. kr. 3.000,- dýrari enn á meginlandinum. Er hetta minni nøgdir, er prísurin hægri.
Til síðst, latið okkum sum stýra hesum landið royna at hjálpa útjaðarinum.
Heldur enn at brúka orku uppá at leggja bein fyri hann, við tí ætlan at styrkja miðstaðarøkið.