Bergur ætlar sær í ES tingið

Bergur Løkke Rasmussen, sonur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra Danmarkar, og føroysku konu hansara Sólrun, ætlar sær at stilla upp til ES-tingið fyri danska Vinstraflokkin

Bergur Løkke Rasmussen, sonur Lars Løkke Rasmussen og føroysku konu hansara Sólrun, ætlar sær at stilla upp til ES-tingið fyri danska Vinstraflokkin

 

28 ára gamli Bergur  ætlar sær í Evropatingið, eftir at Vinstra í Keypmannahavn hevur skotið hann upp sum valevni.

 

– Eg eri ótrúliga glaður fyri, at nevndin heldur, at eg eri eitt sterkt valevni, sigur Bergur Løkke Rasmussen.

 

At gera danir meira tilvitaðar um ES – og serliga egna ættarlið hansara, er eitt aðalmál, sum hann ætlar sær at stríðast fyri.

 

– ES skal heim til okkara – kanska serliga til tað ættarliðið, sum eg sjálvur eri partur av. Fyri mong ung kennist ES ótrúliga fjart, sigur hann.

 

Bergur Løkke Rasmussen vónar, at størri innlit í ES kann geva fólki meira hug til ES-samstarvið, sum sambært honum er ótrúliga týdningarmikið.

 

Hann lýsir seg sjálvan sum ein stóran fortalara fyri ES-samstarvinum – men ikki treytaleyst.

 

– Mítt sjónarmið er, at tað skal samstarvast, har tað gevur meining, men tað skal eisini vera pláss fyri sjálvræði.

 

Veljararnir leggja merki til eftirnavnið. Og tað heldur Bergur Løkke Rasmussen kann geva honum ein lítlan fyrimun.

 

– Eg havi tann fyrimun, at fólk kenna eftirnavnið. Tað kann vera gott, og tað kann vera ringt, sigur hann.

 

Men forsætisráðharrasonurin vónar, at veljarar eisini fara at leggja merki til fornavnið.

 

– Eg vóni, at veljararnir verða áhugaði í, hvør hesin fýrurin er, sum stillar upp. Vónandi vilja teir fegnir vita, hvat eg sjálvur haldi.

 

– Í hesum føri er tað Bergur og ikki Lars, sum stillar upp til Evropatingið, sigur hann.

Endaliga avgerðin um valevnini verður tikin á uppstillingarfundi millum limirnar í Venstres Storkreds í Keypmannahavn 11. september.

 

Bergur Løkke Rasmussen er ikki óroyndur í politikki. Hann hevur áður sitið í regiónsráðnum fyri Vinstra í Region Hovedstaden.

 

Soleiðis skrivaði Ritzau.

 

Men her kunnu vit skoyta uppí, at tá tað snýr seg um politikk, so er Bergur Løkke Rasmussen av góðum bergi brotin. Eitt er, at pápin er forsætisráðharri, fyrrverandi innanríkis-, heilsu-, og fíggjarmálaráðharri, fólkatingsmaður síðani 1994 og fyrrverandi amtsborgarstjóri.

 

Mamman, føroyska Sólun, hevur eisini politiskar royndir sum býráðslimurí Græsted/Gilleleje kommunu frá 1998 til 2006.

 

Føroyski abbin, Jákup Petersen, stillaði upp til løgtingsvalið í 2008 fyri Tjóðveldi.

 

Langabbin, Sigurð Joensen, umboðaði Tjóðveldisflokkin í Løgtinginum frá 1958 til 1970.

 

Og oldurabbin, Símun av Skarði – sum eisini hevur yrkt tjóðsang okkara, umboðaði Sjálvstýrisflokkin í Løgtinginum frá 1906 til 1914.

 

So tað er einki meira nátúrligt, enn at børnini hjá Lars Løkke Rasmussen fara politisku yrkisleiðina.