Bergur Bærendsen gevst í býráðanum

KOMMUNUVAL Eftir at hava sitið í býráðnum á Tvøroyri í 16 ár gevst Bergur Bærendsen nú í kommunupolitikki. Hann stillar ikki uppaftur á valinum 13. november

– Eg havi valt at fokusera øðrvísi, og eftir at hava sitið í býráðnum í 16 ár, so er tíð uppá at lata onnur sleppa framat.
Tað sigur Bergur Bærendsen á Tvøroyri, sum hevur umboðað Felagslistan í Tvøroyra býráð seinastu árini. Tað er felags listin hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum. Bergur Bærendsen umboðar Fólkaflokkin á felagslistanum.
Bergur Bærendsen letur væl at arbeiðinum í býráðnum hesi árini.
– Vit hava havt eitt gott samstarv tvørtur um samgongu og andstøðu, og vit hava staðið saman um aðalmálið seinastu árini, at fáa skuldina niður, sigur hann.
Bergur Bærendsen sigur, at tá hann kom í býráðið fyri 16 árum síðani var skuldin um 170 milliónir krónur. Hetta svaraði til 6,5 álíkningar.
– Nú er skuldin komin niður á umleið ein álíkning, og kommunan er væl fyri, sigur hann.
Skuldin er umleið 70 milliónir krónur, meðan álíkningin liggur um 52 milliónir krónur. Men við gjaldførinum hjá kommununi, sum er sera gott, kemur skuldin niður á umleið eina álíkning, og tað fegnast Bergur Bærendsen um.
Nógv virksemi er í kommununi í løtuni, og nýggja uppsjóvarvirkið hevur sjálvandi gjørt sítt til at tað eisini fløðir í kommunukassan.
Bergur Bærendsen er eisini vinnulívsmaður. Hann er stjóri hjá Bærendsen Tekning, sum hevur maskinverkstað, smiðju, el-innleggjaravirksim og el-handil. Og hann letur væl at – tí har merkja tey eisini framgongd eftir økta virksemið í kommununi.