Bergur fekk 2500 pund á snellu

Tað kann ikki sigast at vera lítil fiskur at fáa, tá einsamallur maður á báti fær 2500 pund á snellu.

 

Í kvøld, tá In.fo var Úti í Støð á Sandi, var glastrevjabáturin Sniolvur júst komin aftur at landi. Einsamalli maðurin í bátinum var raski útróðrarmaðurin, Bergur Olsen á Sandi.

Fyrr í kvøld frættist í bygdini, at maðurin lá á Sandsvág og kruvdi, og at Sniálvur í dag hevði millum 2500 og 3000 pund við Bergi Olsen einsamøllum í bátinum.

- Hetta er gott slag, næstan bara toskur, og eg haldi, at hetta man vera eini 2500 pund, segði Bergur Olsen lítillátin, tá vit hittu hann á bryggjuni.

Løtuna, vit steðgaðu, var útróðrarmaðurin júst í holt við at fáa kørini upp úr bátinum. Sands havn hevur krana, sum útróðrarmenn kunnu brúka.

- Veðrið hevur verið gott í dag, og streymurin er góður. Tí ber til at royna nógvastaðni. Um Dímunarleiðina vóru nakrir bátar, mest suðuroyingar, sum hava bátarnar í Hvalba.

Bergur Olsen sigur, at fiskurin framvegis er nakað rak, men hann heldur, at fiskurin er vorðin nakað feitari, nú tað líður út á heystið.

##med2##

- Hetta er besti dagur hjá mær við snelluni í heyst, men ein annan dagin í vikuni hevði eg eini 1500 pund, sigur Bergur Olsen, sum eisini gjørdi nógvar góðar snelludagar í várróðrinum.