Bergur Poulsen formaður í tunnilsfelag

Í dag hevur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sett á stovn tunnilsfelagið, ið skal standa fyri Føroya størstu verkætlan, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Í dag hevur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sett á stovn tunnilsfelagið, ið skal standa fyri Føroya størstu verkætlan, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

P/F Eystur- og Sandoyartunlar skal byggja og reka sambandið millum Streymoy og Eysturoy eins og sambandið millum Streymoy og Sandoy.

 

Felagið er stovnað við 15 mió. kr. í eginogn, sum samsvarar við játtanina á fíggjarlógini.

 

Ætlanin er, at felagið byrjar forkanningar í ár, og at boring fyri Eysturoyartunlinum byrjar longu um tvey ár. Sambært ásetingum í lógini, skal boringin fyri Sandoyartunlinum byrja í seinasta lagi 2018. Eftir ætlan verður koyrandi í báðum tunlum í 2021.

 

Roknað verður við, at tunlarnir fara at fremja flytførið munandi og at stimbra búskaparvøksturin í Føroyum. Tunlarnir fara eisini at binda føroyska samfelagið enn betur saman.

 

Lógin um fast sambond millum Streymoy og ávíkavist Eysturoy og Sandoy byggir á eina semju millum allar flokkar á tingi. Lógin varð samtykt við 30 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

 

– Politisku flokkarnir eiga rós uppiborið fyri, at vit í felag kundu finna eina breiða politiska semju í hesum týðandi máli, ið annars hevði so nógv rumbul við sær. Semjan er nú vorðin meira ítøkilig við tað, at felagið er stovnað. Í landsstýrinum fegnast vit um hetta týðandi stig, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, ið varðar av tunnilsmálum í skrivi.

 

Bergur Poulsen, fyrrverandi stjóri á Havsbrún og verandi formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, er valdur til formann í felagnum. Næstformaður er Evy Jacobsen, og hinir nevndarlimirnir eru: Ewald Kjølbro, Petur Alberg Lamhauge, Marita Hentze, Christian Danielsen og Gunnvá á Lofti.

 

Felagið fer í næstum at søkja eftir stjóra at leiða virksemi felagsins. Nevndin roknar við, at stjóri er settur innan tríggjar mánaðir.

 

Fíggjarmálaráðharrin hevur góðkent at nevndarsamsýningin verður 4.000 kr. um mánaðin til vanligan nevndarlim. Næstformaðurin fær 1,5 ferðir hesa upphædd og formaðurin 2 ferðir upphæddina.

 

Aðalfundurin hevur valt Numo til grannskoðara. Grannskoðanin av nýggja partafelagnum varð boðin út á keypsportal.fo. Inn komu trý tilboð, og lægsta tilboðið átti Numo Grannskoðanarvirki.