Telvingin um máttmikla nevndarformanssessin í føroyska flogfelagnum hevur eftir øllum at døma fingið eina politiska slagsíðu.
Til aðalfundin í fjør skuldi nýggjur nevndarformaður skuldi finnast fyri Bjarna Askham Bjarnason, sum varð blivin aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum 1. januar.
Sambært keldum hjá Sosialinum var tað ein samdur setanarbólkur, sum peikaði á fyrrverandi stjóran í Havsbrún.
Hesi tíðindi vil Kaj Johannesen, táverandi nevndarformaður í Atlantsflog, tó ikki kennast við. Men sjálvur váttar Bergur Poulsen, at hann fekk tilboðið um at gerast nevndarformaður, og at hann tók av.
- Ja, eg hevði avgjørt áhuga í uppgávuni. Hetta var ein spennandi uppgáva, og eg metti meg eisini hava tíðina til tað, sigur Bergur Poulsen, sum tá var farin úr stjórastarvinum á Havsbrún í Fuglafirði.
Aðalfundurin í 2012 samykti einmælt, at setast skuldi niður ein nevnd mannað við formanninum og tveimum nevndarlimum at fyrireika útnevningar av nevndarlimum og formanni í felagnum. Hetta er vanlig siðvenja í børsskrásettum partafeløgum.
Setunarbólkurin varð mannaður av Kaj Johannesen, sum fyribils var formaður frá 1. januar 2013 til aðalfundin, Tezz Tordsdotter Ohlsson og Inga S. Joensen, nevndarlimum.
- Eg varð boðsendur til samrøðu við hesi trý í setanarbólkinum, og har varð spurt, um eg hevði áhuga í at gerast nevndarformaður. Og tað hevði eg, sigur Bergur Poulsen.
Samrøðan fór fram í februar í fjør. Men nakrar dagar áðrenn aðalfundin 8. mars ringdi Kaj Johannesen til Berg Poulsen við boðunum um, at tað kortini ikki bleiv til nakað.
Hóast hann ongantíð gjørdi meira við málið, so undrast Bergur Poulsen á handfaringina.
- Serliga, tá talan er um eitt alment felag, sum enntá er skrásett á keypsskálanum. Eg undrist á, at man ikki fylgir egnum mannagongdum, sum enntá eru fráboðaðar keypsskálanum, sigur Bergur Poulsen.
Á aðalfundinum í Atlantsflog 8. mars í fjør varð Niels Mortensen valdur til nevndarformann. Hetta var gjørt eftir beinleiðis boðum frá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum.
Les meira um málið í Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.