Eitt ynski um at standa væl búgvin fíggjarliga at taka ímóti einum ótryggum 2012 hevur fingið Berlinske Media at boða frá ætlanum um at siga 87 fólkum upp.
Samstundis heldur ókeypis avísin Urban upp at at koma út, samstundis sum ein nýggjur talgildur miðil í Urban-konsepti byrjar í vár.
Tað eru útlitini til framhaldandi búskaparliga kreppu og lágkonjunktur í 2012 saman við einum ynski um at hava megi og orku til íløgur og stovnfesting, sum hava fingið Berlinske Media leiðsluna at leggja fram eina spariætlan, sum merkir, at Urban avísin letur aftur og 87 fólk verða søgd upp.
Vit rokna við einum ári, har framgongdin ikki heldur fram, og har nýtslan ikki veksur, og har trýstið av skiftinum frá prentaða dagblaðnum til talgildu miðlarnar og fartelefon heldur fram. Vit noyðast at tryggja, at samtakið framvegis stendur sterkt í kappingini. Samstundis hava vit týdningarmiklar strategiskar ætlanir fyri framman, sum skulu geara okkum til framtíðina, og tí skulu vit hava orku at vera ágrýtin og framlig, til reiðar at fremja neyðugu stovnsfestingina at okkara fyritøku og keypa upp tað, ið er neyðugt til tess at tryggja okkara marknaðarpart í framtíðini, sigur samtaksstjóri í Berlinske Media, Lisbeth Knudsen, við business.dk.