Ein dómari í Rom gjørdi í dag av at burturvísa einum máli frá ákæruvaldinum ímóti fyrrverandi forsætisráðharranum Silvio Berlusconi. Dómarin segði, at sambært lógini er málið fyrnað.
Málið snýr seg um handilin við einum dótturfelagi hjá Mediaset, sum Berlusconi eigur. Ákæruvaldið vil vera við, at Berlusconi og ellivu aðrir persónar eru sekir í skattasviki í sambandi við handilin, men dómarin segði, at málið ímóti øllum tólv er fyrnað.
Italska dómsvaldið viðger tvey onnur mál viðvíkjandi Berlusconi. Annað teirra er málið, har ákæruvaldið hevur skuldsett hann fyri at hava keypt sær kynsligar tænastur frá einari ungari gentu. Berlusconi noktar seg sekan.