Bert 14 ára gamal leikari fekk debut í bestu argentinsku fótbóltsdeildini

14 ára gamli Mateo Apolonio tók aldursmetið hjá Sergio Agüero

Ígjár hendi nakað ótrúligt í argentinsku steypakappingini, Copa Argentina.

 

Mateo Apolonio, ið er 14 ár og 29 dagar gamal kom á vøllin fyri Deportivo Riestra, tá 84 minuttir vóru leiktir av dystinum hjá Deportivo Riestra móti Newell’s Old Boys.

 

Newell’s Old Boys vann dystin 1-0, men tað var 14 ára gamli Mateo Apolonio, ið er tann yngsti leikarin nakrantíð at spæla ein almennan kappingardyst hjá einum liði í bestu argentinsku fótbóltsdeildini nakrantíð, ið fór við øllum yvirskriftinum.

 

Tí tað er heldur ikki harra hvør sum helst, ið átti gamla aldursmetið. 

 

Gamla metið átti gamli Athletico Madrid, Manchester City og FC Barcelona áleyparin, Sergio Agüero.

 

Í 2003 var Sergio Agüero 15 ár og 33 dagar gamal, tá hann spældi sín fyrsta dyst fyri Independiente.