Eirikur Lindenskov
Teir 31 sessirnir í grønlendska landstinginum eru nú mannaðir, so sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár. Í yvirlitinum omanfyri sæst endaliga valúrslitið, sum var, at Siummut gjørdist størsti flokkur við 11 landstingsumboðum. Næsti flokkur er framvegis Atassut, sum kortini hevði stóra afturgongd..
Hetta var fyrsta valið, at Grønland var eitt valdømi - og var útskiftingin í landstinginum stór. Bert seytjan av limunum varðveittu sessirnar. Siummut og Atassut, sum hava verið í samgongu, varðveittu meirilutan, men mistu kortini fimm sessir í landstinginum, og fleiri av landsstýrismonnunum vórðu ikki afturvaldir.
Fiskimálaráðharrin, paviaaraq Heilmann úr Siumut og skúla- og mentamálaráðharrin, Konrad Steenholt úr Atassut eru nú uttan fyri politikk. Enn er ivasamt um samferðslumálaráðharrin, Peter Grønvold Samuelsen úr Siumut er afturvaldur, tí fínteljingin hevur ikki verið enn.
Jonathan Motzfeld, formaður í Siumut og landsstýrisformaður duldi mikudagin ikki fyri, at hann var skuffaður av valúrslitinum. Sambært grønlendska útvarpinum helt hann, at serliga umboðini fyri kandidatforbundið vórðu lættkeyptir. Hann helt, at valstríðið hevði verið merkt at ov nógvum persónligum briksli - bæði frá øðrum valevnum og frá fjølmiðlunum - og metti eisini, at tað fór at verða truplari at arbeiða í nýggja landstinginum.
Jonahtan Motzfelt segði eisini, at hetta valstríðið hevði lært hann, at fólkið skal kunnast meira og betri.
Formaðurin í Atassut, Daniel Skifte hevur tað eisini heldur trupult eftir valósigurin. Flokkurin er farin fimm prosent aftur í mun til síðsta val og hevur mist tveir landstingsmenn.
? Fólkið hevur talað, og tað mugu vit bara taka til eftirtektar, segði Daniel Skifte við grønlendska útvarpið. Floksformaðurin leggur samstundis dent á, at hann ikki er skuffaður av valósigrinum, men at flokkurin framhaldandi fer at stríðast fyri at fáa ávirkan á rikna politikkin. Daniel Skifte roknar við at fáa boð frá Siumut um samgongusamráðingar - og hann er vísur í at Atassut og Siumut fara at kunna halda fram við samstarvinum hetta valskeiðið.
Valluttøkan í Grønlandi var stór hesaferð - og varð metið frá 1983 næstan sligið. Tá var valluttøkan 75,1% - hesaferð var hon 75.0%.
Síðani grønlendingar fingu heimastýri í 1979 hevur miðalvalluttøkan verið 69%.
Kelda: Grønlendska Útvarpið
(http://www.knr.gl/news/dansk/3.htm)