? Fleiri dømi eru um, at næmingatalið í fólkaskúlaflokkunum er oman fyri 24, sum er ásett í fólkaskúlalógini sum evsta mark. Grein 20 í fólkaskúlalógini sigur, at vi skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24, men henda orðing er ov lítið avmarkandi, sigur Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinna Javnaðarfloksins.
Hon heldur, at her verður bæði latið upp fyri at tulka, hvat er vanligt og ikki, umframt at næmingatalið í flokkunum kann vaksa upp um tey 24 eftir skúlaársbyrjan.
? Júst hetta er gondin, ikki bara í trongu skúlunum í Havn, men eisini í skúlunum á bygd. Hækkandi næmingatalið í flokkunum ger, at lærarar hava alt ov lítla tíð til einstaka næmingin, heldur Katrin Dahl Jakobsen. Hon heldur, at sum tongdin er nú, flyta vit okkum longur og longur burtur frá næmingalagaðari undirvísing, við uppaftur størri vanda fyri, at bert miðjan fær sum mest burturúr. Hon heldur eisini, at tað verður ring at geva bókliga veika eins og sterka næminginum røttu undirvísingina og røttu avbjóðingina í stórum flokki.
? Harafturat hevur uppalingarligi parturin av lærarayrkinum verið vaksandi, og tíðin hjá læraranum verður mangan smábýtt.
Katrin Dahl Jakobsen sigur, at hetta serliga kemur til sjóndar fyrstu skúlaárini, tá næmingarnir hava fyri neyðini, at lærarin er nógv um tey. Ein trygg og miðvís innskúling slóðar fyri góðari skúlagongd, heldur hon.
Hava næmingarnir fingið eina góða byrjan, eru størri útlit fyri, at væl fer at hilnast. Tí skýtur Katrin Dahl Jakobsen upp vegna Javnaðarflokkin, at næmingatalið í fólkaskúlaflokkum tvey tey fyrstu skúlaárini verður hægst 18, og at til ber ikki at fara upp um 24 í hinum árgangunum, uttan so at serlig viðurskifti vísa seg, og at landsstýrismaðurin gevur loyvi til tess.