Síðan 13. desember og fram til hin 21. desember, tá arbeiðsfólkið í Sandoyartunlinum fór í jólafrí, eru 74 metrar boraðir í Sandoyartunlinum frá Gomlurætt.
Boraðir eru nú 10.590 metrar av teimum 10.785 metrunum, sum Sandoyartunnilin verður langur. Tað merkir, at einans 195 metrar eru eftir, til skotið verður ígjøgnum.
Hetta er ein spennandi tíð, har tunnilin, sum fer at knýta Sandoynna upp í meginøkið, nú nærkast við stórum fetum.
Gongst, sum tað hevur gingið í seinastuni, verður bara borað í einar tvær til tríggjar vikur aftrat, áðrenn landafast verður millum Sandoynna og meginøkið.
Nú er arbeiðsfólkið í jólafrí, men eftir øllum sólarmerkjum at døma verður síðsta skotið í Sandoyartunlinum latið av um ein góðan mánaða ella so.