Bert ein føroyingur á vøllinum í dag

Talan gjørdist um javnleikir til bæði Vendsyssel FF og Fremad Amager

René Shaki Joensen fekk 49 minuttir á vøllinum, áðrenn hann var skiftur út, tá lið hansara Vendsyssel FF vitjaði FC Frederica á útivølli í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

Fremad Amager spældi javnleik 2-2 ímóti Helsingør á útivølli uttan nakran føroying á vøllinum. Heini Vatnsdal hevði leikbann, og Bárður J. Hansen hevði meldað seg sjúkan. 

 

Hóskvøldið tapti Vejle 1-2 ímóti Roskilde FC á útivølli, so talan gjørdist um eitt vánaligt umfar hjá føroyingunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Komandi sunnudag tekur Vejle ímóti Vendsyssel FF. Fremad Amager hevur heimadyst ímóti Nykøbing FC.

 

Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini :

 

1 Hobro13 73324 - 1424
2 HB Køge13 57116 - 722
3 Vendsyssel FF12 62419 - 1420
4 Skive13 62514 - 2120
5 FC Helsingør13 47219 - 1219
6 FC Roskilde13 54414 - 1719
7 Nykøbing FC12 53417 - 1618
8 Fremad Amager12 36317 - 1315
9 Fredericia13 43612 - 1915
10 Vejle12 34514 - 1313
11 Næstved13 33717 - 2412
12 AB Gladsaxe13 22914 - 278