Bert ein kundi higartil

Tað er ikki altíð líka nógv at gera á Posthúsinum í Nólsoy. Onkutíð er lítið at gera, men seinast í hvørjum mánaði er rættiliga nógv fólk inni og avgreiðir postørindi síni. Á posthúsinum starvast Anna Juul Thomsen.

ß Hvussu hevur hesin dagurin verið?
 Higartil hevur tað verið ein friðarligur dagur. Bert tann eini kundin hevur verið her tann fyrsta hálva tíman og avgreitt síni ørindi. Vit lótu upp kl. 12:30 og hava opið í ein tíma í dag. So júst í dag hava ikki nógv fólk verið á gátt.

ß Hvussu leingi hevur tú arbeitt við postinum?
  Vit hava havt postin síðani 1975. Eg havi sjálv arbeitt her í 14 ár, men eg havi tó altíð verið knýtt at posti og postvirksemi, tí pápi mín hevði postin í bygdini.

ß Hvat gert tú ein vanligan dag?
 Her á posthúsinum ber til at fáa avgreitt tey vanligu postørindini, eftir at eg havi borið allan postin út til bygdarfólkið. Eftir tað fari eg so her á posthúsið at avgreiða postørindini hjá fólki. Tað seinasta eg geri, er at telja saman fyri dagin, og senda uppgerðina til Havnar hvønn dag.

ß Er bygdarfólkið fegið um posthúsið?
 Eg haldi, at nólsoyingar vilja fegnir varðveita sítt lokala posthús. Tey siga sjálvi, at tað er týdningarmikið at hava eitt slíkt posthús í bygdini. Og fólk eru eisini glað fyri hesa tænastuna.


ß Hvørjum vilt tú heila?
 Eg vil fegin heilsa elsta soni mínum, Rógva Thomsen, sum siglir sum maskinmeistari hjá Mærsk í Kina.