Bert ein Skúvoyar-túrur í dag

Fyrrapartin vóru so ring líkindi at leggja at í Skúvoy, at ikki var hugsingur hjá strandfaraskipinum “Súlan” at leggja til bryggju.

Øll siglingin um Skúvoyarfjørð var tí avlýst. Men fyri løtu síðani frættist, at teir júst nú riggaðu til at fara av Sandi til Skúvoyar.

Hetta varð gjørt beint nú, tí sjóvarfallið var teimum til vildar. Og sum skilst, verður hetta helst einasti túrurin á degnum.

Hinvegin er tað ein sannroynd, at ikki so nógv ferðafólk eru at flyta hesa ársins tíð. Tí er eisini tilkalling til flestu túrarnar í vikuni.

Og fyri at binda um heilan fingur verður eisini sagt um farleiðina, at fráfaringartíðirnar kunnu verða broyttar av veðri og streymi.

(Tað er vakurt at sigla av Sandi til Skúvoyar við Sildberanum. Men til ber eisini at fara við tyrluni)