Bert eitt línuskip er til fiskiskap

Nú ólavsøka er beint fyri stavn, verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri teir næstu dagarnar.

Myndin, sum er tikin á Vestaru Bryggju í Havn ein góðveðursdag, er tilvildarlig.

 

 

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri ráfiskatilfeingið hesa vikuna, vistu tey at siga, at bara eitt frystilínuskip er til fiskiskap í løtuni.

 

- Skipið fiskar í Eysturgrønlandi, og restin av línuflotanum liggur, varð lagt aftrat. Soleiðis er heldur einki ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni. 

 

Streymurin er harður, men hann linkar, sum henda vikan gongur.

 

- Veðrið verður gott, men av tí, at ólavsøka nú er beint fyri stavn, verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri teir næstu dagarnar, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin, sum er tikin á Vestaru Bryggju í Havn ein góðveðursdag, er tilvildarlig.