Bert eitt spildurnýtt andlit

Sjey leikarar leiktu sín fyrsta 1. deildardyst í hesum kappingarárinum um vikuskiftið. Talan var tó bert í einum føri um spildurnýggjan leikara

Tað er einki óvanligt í sær sjálvum, at føroysk feløg brúka summarsteðgin sum seinasta møguleika fyri at leita sær styrk av onkrum slag. Antin hjá teimum heimligu leikarum, ið av einari ella aðrari orsøk vóru burtur fyrru helvt av árinum, ella frá heilt nýggjum útlendingum.

Spælaraskifti millum tvey 1.deildarfeløg kan eisini koma fyri. Sum kunnugt, so flutti litavin Darius Magdisauskas úr Vágunum til Havnar, har hann við loyvi frá FSF fyri fyrstu ferð spældi við nýggju liðfeløgunum leygardagin.

Hetta er møguliga eindømi í føroyskum fótbólti, at ein útlendingur miðskeiðis í einum kappingarári flytir til annað felag í somu deild.

Eisini Flóvin av Fløtum Jespersen, ið leikti ein dyst í fyrru helvt við HB, hevur skift til B71. Havnarmaðurin á sandoyarliðnum fekk kortini ikki hjálpt B71 í vikuskiftinum orsakað av væntandi spæliloyvi frá FSF. Vit kunnu minna á, at tey bæði undanfarnur árini hevur bert ein leikari um árið skift felag, miðskeiðis kappingarárinum. Teir báðir eru Birgir Jørgensen (VB til Sumba) og Hans Jørgen Djurhuus (B71 til HB).


Ein bræðnýggjur

Í ár er tað rættiliga merkisvert, at hóast ikki færri enn sjey leikarar hava verið á vøllinum fyri fyrstu ferð í hesari landskapping, so eru allir teirra, uttan ein, gamlir kenningar í føroyskum fótbolti. teirra høvdu ikki spælt í 1.deild í tvey ár ella meira.

HB-arar tóku fegnir ímóti Allani Mørkøre, tá ið hansara sáttmali við íslendska ÍBV bleiv settur úr gildi. Oleif Joensen er komin inn á 1.deildarliðið hjá toftamonnum fyri at avloysa verjuálitið, Jákup Eli Olsen, ið ikki verður at síggja aftur á vøllinum í ár.

Ein annar fyrrverandi landsliðsmaður, Allan Joensen, er komin fyri seg aftur aftur hann hevði verið ógvusliga skaddur, og tað sama er galdandi fyri jugoslaviska málslúkin hjá Sumba, Nebosja Veljkovic. Jógvan H. Samuelsen, ið er kendur fyri síni avrik við SÍF og HB fyrrapartin av nítiarunum, roynir seg aftur í 1.deild við egnu vágamonnum.

Pólverjin Maciej Mariniak skoraði seks mál fyri ÍF við Piotr Krakowski sum venjara í landskapping-98. Nú, nærum tvey ár eftir er álopsleikarin aftur sameindur við gamla venjaran hjá sær, hesaferð í B36, har Piotr Krakowski hevur ábyrgdina av 2.deildarliðnum, umframt at hann hjálpir Per Olavi Andersson at venja tað besta liðið.

Tá ið Darius Magdisauskas fór til B36, tók hann fólk flest á bóli, men ikki litaviska venjaran hjá FS Vágum Kestutis Latoza

Uttan at drála, bjóðaði fyrrverandi litaviski landsliðsmaðurin einum leikara afturat til Føroya. Sóstatt bleiv Igoris Kirillovas tann einasti spildurnýggi leikarin í føroysku 1.deild aftur summarsteðgin. Hann økti eisini útlendsku umboðan í bestu deildini til 30 leikarar.

Hesin Kirillovas er als ikki hvør sum helst. Millum 1991 og 1998 hevði hann spælt ikki færri enn 27 altjóða landsdystir fyri Litava, millum annað í HM- og EM-undankappingum, og eisini hevur hann skorað tvey mál. Eisini hin umstríddi Darius Magdisauskas hevði einaferð roynt seg á litaviska landsliðnum, men tað var so langt síðani sum í 1991. Vit kunnu leggja afturat, at ein annar litavi hjá FS Vágum, Zilvinas Zudis, hevur tveir landsdystir á baki. Hann royndi seg á altjóða stigi í 1996.