Hóast endaliga avgerðin ikki kann sigast at verða fallin enn, er mest sannlíkt, at tað verður B71, sum má niður i 2. deild at spæla næsta ár, meðan vágamenn fáa sín seinasta kjans í tveimum dystum móti TB.
Botnbrakið millum vágamenn og sandingar fór við vindinum í Miðvági fyrradagin, men frammanundan hildu bæði venjarin hjá FS Vágum og B71, at hesin dysturin var tann avgerandi í stríðnum um at yvirliva í 1. deild.
Liðið, sum tapti dystin, var dømt til niðurflyting, og ein javnleikur vildi føra við sær, at B71 fór niður.
Tað endaði við málleysum javnleiki, og tað er einki at taka seg aftur í, at tað passaði vágamonnum nógv, nógv betri. Teir eru eitt stig undan B71, og í seinasta umfari tykist uppgávan hjá B71 vónleys.
Ómøgulig uppgáva
Sleppur B71 sær undan niðurflyting í seinasta umfari, tá teir taka dystin upp við besta liðið í kappingini, B36, fáa vit mest óvæntaða úrslitið í kappingini á seinasta leikdegi.
B36 og B71 eru mótsetningar, tá hugsað verður um manning og úrslit. B36 hevur brynjað seg við spælarum úr øðrum felgøum, sum leita til Havnar av ymiskum orsøkum, meðan B71 millum annað hevur liðið undir, at fráflytingin av Sandoynni hevur verið stór og sanniliga eisini hevur ávirkað liðið, sum vann meistaraskapin í 1989.
Á seinasta leikdegi, sum verður leygardagin, kann B71 sleppa sær undan niðurflyting, um teir fáa javnleik móti B36, samstundis sum FS Vágar tapir við fýra málum í Gøtu. So fær B71 betri málmun og fer tí fram um FS Vágar.
Tað er ikki ósannlíkt, at vágamenn tapa ímóti sterka GÍ-liðnum, men tað tykist ein ómøguliga uppgáva hjá B71 bara at skaffa sær eitt stig á heimavølli móti liðnum, sum hevur vunnið 15 av sínum 17 dystum í ár.
Men at alt kann henda í fótbólti, er annað enn ein kliché, og sandingar hava sín møguleika fyri at sleppa sær undan niðurflyting, so leingi sum tað hagtalsliga ikki er nøkur forðing.
Men í prakis skal eitt undur til, um B71 skal yvirliva í 1. deild!