Landssjúkrahúsið setur nú sum krav, at fólk skulu vera koppsett, um tey ætla sær at vitja onkran á sjúkrahúsinum.
– Smittustøðan í Føroyum í løtuni hevur við sær, at avvarðandi eru varin við at vitja innlagdar sjúklingar á sjúkrahúsinum. Koppsettir borgarar kunnu framhaldandi vitja sjúklingar. Tó eiga koppsettir borgarar, sum hava verið uttanlands, at bíða eftir úrslitinum frá koronukanningini heimkomudagin, innan vitjað verður á sjúkrahúsinum, sigur Landssjúkrahúsið.
– Samstundis verður mint á almennu tilmælini um frástøðu og at spritta hendur, meðan vitjað verður, verður sagt.