32 og eitt hálvt samdøgur eftir, at Livar Nysted og hinir tríggir umborð á Artemis Investments løgdu frá landi í Battery Park í New York, eru teir komnir somikið langt av tí 5223 kilometra langa teininum til Bishops Rock við Scilly Oyggjarnar, har klokkan steðgar, at bert teinurin, sum Ovi róði til Danmarkar er eftir.
Seinasta dagføringin, sum er frá klokkan 6 í morgun, sigur at teir nú hava róð tilsamans 3825 kilometrar, ella 2065 fjórðingar. Hetta merkir samstundis, at nú eru bara 1367 kilometrar eftir, ella knappir 800 fjórðingar.
Hetta er áleið tann teinurin, sum Ovi Joensen á sinni róði úr Føroyum til Keypmannahavnar.
Skulu teir náa at taka tað 114 ára gamla metið, sum er 55 samdøgur um henda samlaða teinin, skulu teir verða komnir á mál áðrenn 12 august klokkan 7.30 um morgunin okkara tíð. Men við verandi miðalferð verða teir væntandi inni longu fyrsta ella annan august, og klára teir at taka metið.
Men áðrenn teir hava tikið nakað met, hava teir altso 800 fjórðingar eftir at rógva.