Hóast hvítbókin ikki enn er komin á borðið, er politiska myndin, við hesi sending, um at taka sítt endaliga skap.
Føroyski veljarin fær tvinnar møguleikar í at velja, nevniliga uppskotið hjá Sambandsflokkinum um dagføring av ríkisviðurskiftunum, ella endaligu loysingina hjá Tjóðveldisflokkinum.
Sera nógvar atfinningar hava verið um sjálvstýrislógina, sum Javnaðarflokkurin hevur valt. Sum væntað, hava teir valt at leggja seg so nær við Tjóðveldisflokkin sum yvirhøvur gjørligt. Í roynd og veru liggja teir nærri Tjóðveldisflokkinum enn Fólkaflokkurin ger.
Tá tú lesur snotiliga faldaran, ið er sendur í hvørt hús, kemur tú skjótt eftir, at tann politiska ætlanin er júst tann sama. Gaman í, Javnaðarflokkurin sigur seg enn vilja vera í verandi ríkisfelagsskapi, samstundis sum teir eisini ganga inn fyri, at Føroyar skulu verða ein heilt sjálvstøðug tjóð, men kortini við eini útlendskari grundlóg.
Slíkt ber sjálvsagt ikki til, so her mega vit geva Hanusi Andreassen og Sjúrði Skaale rætt, tá teir vísa á, at Javnaðarflokkurin vil bæði siga ja og nei. Flokkurin vil vera bæði innanborða og uttanborða. Hann vil bæði hava fullveldi og ikki fullveldi.
Nú skilja vit betur, hví Javnaðarflokkurin var so vónbrotin og snópin yvir, at hann ikki kom uppí verandi samgongu.
Í nevndu útvarpssending segði Jóannes Eidesgaard m.a. soleiðis: »Finst nøkur gongd leið millum fullveldi og heimastýrislógina? Javnaðarflokkurin hevur gjørt seg til talsmann fyri eini slíkari loysn, sum vit hava valt at kalla eina sjálvstýrislóg«. Javnaðarflokkurin vil soleiðis broyta verandi heimastýrislóg, men geva henni eitt nýtt navn. - Hví doypa barnið, áðrenn tað er føtt?
Jóannes Eidesgaard segði eisini, at fullveldi ella verandi heimastýrislóg eru løgfrøðiliga lættar loysnir.
Jóannes hevur helst longu sæð, at nakað má vera um tær nógvu atfiningarnar, og hann viðgekk eisini, at hansara loysn var ikki nøkur løtt loysn.
Størsta atfinningin kom tó frá serfrøðinginum Fredrik Haroff, sum hevði sera lítla tiltrúgv til uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, ja hann segði beinleiðis: »Forslaget har en manglende klarhed«.
Hinvegin dugdi Fredrik Haroff ikki at síggja teir stóru trupulleikar hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, tá talan er um at broyta- ella dagføra verandi stjórnarligu viðurskifti millum Føroyar og Danmark.
Spell kortini, at Javnaðarflokkurin longu nú hevur sementerað seg so fastan í eini sjálvstýrislóg, sum er so trupul og mótsigandi.
Tá hugsað verður um, hvussu nógvir veljarar hjá Sambandslfokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum siga ja til at varðveita verandi ríkiseind, átti tað at verið ein søguligur- og eisini ein rímiliga lættur møguleiki fyri at funnið fram til breiða semju um eina dagføra skipan, ið framhaldandi kann menna og varðveita okkara góða samfelag.
Trygvi F. Guttesen