Tað er góðveður, og tá ið ættin er so sera góð norðanfyri, so er tað heilt víst, at fótbóltslíkindini vera av teimum fagrastu í Klaksvík seinnapartin.
HB er saman við nógvum stuðlum á veg til Klaksvíkar eftir FM steypinum og gullkrónunum.
HB vann fyrsta FM heitið í 1955. Tá hevði KÍ verið meistari trý ár á rað, og eftir at HB vann í 1955, vann KÍ aftur tríggjar ferðir á rað.
Síðani fyrst í sjeytiárunum hevur HB vunnið FM 19 ferðir og KÍ fýra ferðir. HB hevur vunnið FM 24 ferðir, og KÍ hevur funnið FM 18 ferðir.
Í dag fær sigursvanda felagið handað FM steypið fyri 24. ferð. Tað er fleiri ferðir komið fyri, at HB er farið úr Klaksvík við FM steypinum. Eitt nú í 1960, tá ið HB við 1-0 sigri í FM finalu í Klaksvík vann FM, og aftur í 1971, tá ið sigursrøðin hjá tiltikna 66 liðnum hjá KÍ varð steðgað. Ta ferðina vann HB 2-1 í Klaksvík.
Tað er greitt, at HB er meistari, men venjarin, Jens Berthel Askou, vil ikki hoyra um annað, enn at hansara menn vinna øll stigini.
-Hetta er týdningarmiklasti dysturin á árinum. KÍ er einasta liðið, sum vit higartil í ár ikki hava vunnið ímóti í landskappingini, og tað skulu vit gera ídag, sigur venjarin, sum hevur koyrt á sínar menn um at at hava fokus á avbjóðingini í dag og ikki fyrr enn eftir dystarlok at fegnast um FM heitið.
Hjá KÍ er setningurin at vinna og harvið at tryggja sær silvurkrónur og rættin aftur í 2021 at spæla í Europa. Hetta er síðsti dysturin hjá KÍ í ár. HB fer at halda fram í steypakappingini.
Hjá KÍ er Ísak Simonsen skaddur í fótliðnum.
Hjá HB eru René Shaki Joensen og Teit Jacobsen skaddir, og tað er ivasamt, um Heri Hjalt Mohr verður førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í fótliðnum.