Destruktivur leikur hjá Sjónvarp Føroya.
Samstundis sum stóra arbeiði hjá Zakaris Hammer um áhugaverdu føroysku rækjusøguna er farið av bakkastokki uppliva vit tað óvæntaða, at fleiri føroyskir politikarar standa í kø fyri at sleppa framat sum leikarar í tí sum eg síggi sum eitt uppsett leikrit hjá destruktivu journalistisku kreftunum í serliga Sjónvarpi Føroya, har endamálið er at verða so fordømandi, niðurgerandi og mistonkiligerandi sum møguligt av ein av aktørunum í føroysku rækjuvinnuni. Hesar journalistisku kreftir eru eftir mínum tykki "tíðinda-skaparar" og ikki "tíðinda-berarar". Tað sum undrar einamest er, at hetta eru nógvir av somu politikarum sum hava víst eina fullkomna líkasælu um støðuna hjá rækjuflotanum, hóast reyðu lampurnar hava blinka í fleiri ár, og hóast eitt ótal av ávaringum frá vinnuni. Sjálvt ein nágreinlig kanning av professionellum búskaparfrøðingum fyrr í ár, sum lýsti týdningin av rækjuvinnuni fyri føroyska búskapin, fekk bert flestu politikarar at yppa øksl, og leggja illa skøvaðu plátuna um 80´árini, studning o.a. á einaferð afturat. Men nú talan er um at finna hættir at leggja forðingar fyri vinnuna er uppfinnsemi, áhugið og markeringstrongd teirra munandi størri.
Øll øsingin stendst av tí einføldu orsøk, at eitt av reiðaríunum í hart kroysta rækjuflotanum finnur eina neyðloysn á sínum trupulleikum, við at fara undir eina tíðaravmarkaða útflagging.
Tíðaravmarkað útflagging onki nýtt
Ein politikari segði, at landsstýrið og løgting skuldu syrgja fyri at noktað rækjuskipum at flagga út soleiðis at hetta ikki kom at verða fordømi fyri onnur skip. Eitt slíkt stig minnir ikki sørt um eitt annað ódámligt fyribrygdi sum fanst í Týsklandi fyri nøkrum árum síðani ? "Berufsverbot". Men hesin politikarin man fylgja lítið við hvat hendir í føroysku fiskivinnuni, tí tað einasta føroyska reiðaríi fyri fiski-skip sum tað almenna sjálvt eigur ? JFK-Trol - hevur í fleiri ár havt okkurt av skipum sínum undir polskum flaggi í avmarkað tíðarskeið, og hevur í løtuni ein rækjutrolara undir grønlendskum flaggi, sum teir eiga saman við øðrum. Hetta almenna reiðaríi var, eins og nakrir rækjutrolarar, bjarga av eini kreppuloysn fyri nøkrum árum síðani, tá landskassin stovnaði Føroyagrunnin. Ongin politikari hevur nakrantíð tikið uppá tungu, at hetta almenna reiðaríi ikki mátti troyta møguleikar undir øðrum flaggi og við útlendingum umborð eisini. Sjálvur haldi eg, at JFK sjálvandi skal hava loyvi til tíðaravmarkaðar útflaggingar. Og sjálvandi skulu øll onnur føroysk fiskiskip hava sama møguleika ? eisini Arctic Viking og aðrir rækjutrolarar.
Karmanir ikki nøktandi
Vinnan hevur ikki tørv á at politikarar leggja forðingar, tí tað at slíkar verkætlanir yvirhøvur eru neyðugar er tí at teir karmar sum føroysku politikararnir hava kunna útvega fiskiflotanum ikki eru nøktandi, so ongin politikari kann loyva sær at finnast at slíkum verkætlanum uttan so at hann hevur nakað betur at bjóða. Og hinvegin má tað sigast at verða beinleiðis ómoralskt, um ávísir politikarar halda at einans tað einasta almenna reiðaríi skal fáa slíkar sømdir.
Meirnýtslan til Løgtingshúsið hevði bjargað rækjuflotanum
Tá onkur politikari tosar um, at trúvirði hjá politikarunum stendur uppá spæl í málinum um Arctic Viking, nýtist honum ikki at stúra fyri tí, tí aftaná gøluna um Løgtingshúsið, sum politikarar hava roynt at snúgva sær undan við at geva einum arkitekti skylduna, er ikki vist at politiska trúvirði er so øgiliga høgt í metum millum manna. Forrestin vildu hasar uml. 50 mill. sum løgtingslimir hava játtað sær eyka til fínar skrivstovur gjørt undurverkir í rækjuflotanum ? ja, høvdu helst bjargað teim flestu av hesum arbeiðsplássum í fleiri ár fram.
Handilsskapur og vinningsbýtið
Onkur annar politikari tosar um vánaligan handilsskap, at nakrir eigarar hava fingið vinningsbýtið. Men hvat er yvirhøvur endamálið við eini íløgu í skip ella okkurt annað vinnuligt virksemi ?. Er tað ikki júst at fáa eitt avkast sum er størri enn innskotið?. Í mínum hugaheimið er tað í øllum førum uppaftur vánaligari handilsskapur um tað ikki er endamálið at fáa eina íløga at kasta nakað eyka av sær. Hesin politikarin skal minnast til, at tað almenna kravdi av eigarunum í samband við skuldarumleggingina hjá rækjuskipum, at teir innsettu meira eginpening. Og hví skuldi nakar gjørt tað um tað var forboðið at fáa íløguna innaftur? Og munnu ikki nógv skip í heimaflotanum sum fingu almenna saner-ing fyrst í 90´unum eisini hava útlutað vinningsbýtið í seinastu góðu árunum? Vónandi hava teir tað.
Handlið í staðin fyri at tosa
Bert ein politikari hevur higartil sagt ein einkultan setning um hetta mál sum gevur nakra meining, og var tað at løgting og landsstýrið máttu kannað um tað ikki var onkur annar háttur at loysa trupuleikarnar í rækjuvinnuni uppá, enn at latað skipini flagga út, og harvið missa bæði inntøkur og arbeiðspláss. Eg tori at pástanda, at øll reiðaríir helst vilja sleppa undan at flagga út ella selja síni skip, og vinnan hevur í áravís skríggja eftir at politikarar vaknað og takað trupulleikarnar í álvara, so vónandi vil hesin politikarin syrgja fyri, at hetta ítøkiliga málið verður brúkt til at trupulleikarnir umsíðir verða tiknir upp til viðgerðar.
Fyribrygdi Tór+Bjørn
Meðan tað er rættuliga óvæntað at so nógvir politikarar vilja luttakað í destruktiva sjónleikinum hjá Sjónvarpið Føroya, og vilja leggja vinnuni forðingar heldur enn at útvega nøktandi karmar, er hinvegin lítið óvænta í, at republikanski politikarin av Glyvrum, hvørs politisku avrik søgan helst fær lættari við at máta í decibel enn í veruligum avrikum, luttekur í rópikórinum, tí tað ræður jú um at verða "politiskt korrektur" í eygunum hjá almenninginum. Samstundis er tað als onki óvæntað í, at fjølmiðlatilnevnda løgfrøðiliga flogviti av Heygum í Vestmanna, sum hevur "oyna klokkuklára moyning" um moralin og feilirnar hjá øllum øðrum, enn hjá sær sjálvum, loypir upp sum trøll úr eini eskju, tí tað ger hann jú automatiskt hvørja ferð onkur journalistur tímir at opna lokið.
Saneringslógin avskeplaðist
Júst hesin seinni eigur eftir míni fatan sín stóra part av skuldini fyri at lógin um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum bleiv eitt misfostur, sum hevur skapað trupuleikar fyri bæði skip og landsstýrið líka síðani hon kom. Tí meðan upprunaliga uppskotið frá landsstýrismanninum var eitt vælmeint og skilagott uppskot sum gekk út uppá at javnseta fjarfiskiflotan við heimaflotan, sum so at siga allur fekk eina almenna sanering fyrst í 90´unum, so megnaði hesin maður, sum í 1997 var politikari og limur í Vinnunevndini, saman við øðrum at avskepla hesa lóg soleiðis at fjarfiskiflotin ikki bleiv javnsettur við heimaflotan, og tað meti eg at verða eitt løgrøðiligt avrik sum eigur at fáa dumpikarakter.
Løgin saneringin sum økti um byrðarnar
Henda avskeplaða lógin gjørdi, at í onkrum føri sótu skip sum skuldu eitast at verða saneraði eftir við eini størri skuld at forrentað, enn tey kláraðu áðrenn lógin kom, so tað má sigast at verða ein løgin sanering. Og at sokallaða serfrøðinganevndin tyktist leggja seg mest eftir at gera tað sum Bjørn á Heygum og aðrir søgdu verða "politiskt korrekt", og ikki vildi ella tordi at lurta eftir ávaringum um, at fyritreytir teirra í málsviðgerðini vóru óveruliga bjartskygdar, og als ikki tóku hædd fyri møguligum prísfallum o.a. staðfestir bert, at hesi málini fóru av sporinum longu frá byrjan av. Í dag kann bert staðfestast, at skuldarumleggingin als ikki var nøktandi, hóast tað var ein treyt í lógini sum serfrøðingarnir og landsstýrið áttu at taka fyrilit fyri, og m.a. tí er støðan hjá hesum saneraðu skipum so vánalig sum hon er. Og tann heiðurin at lógin ikki kom at virkað kunnu vit takka Bjørn á Heygum, Heina í Kunoy og øðrum politikarum sum í 1997 vóru við til at avskepla lógina fyri.
Komið niður á jørðina aftur
Vónandi koma politisku sjónleikararnir í leikinum hjá Sjónvarpið Føroya niður aftur á jørðina, og fara ikki at leggja seg út í detailstýring av vinnuna. 80-árini vístu hvat spurdist burturúr tí. Smoyggi heldur uppum ermar og fari í holt við at loysa trupuleikarnar, og gevið orðunum um "vinnuligar karmar fyri rækjuflotan" eitt veruligt innihald
Nú kenni eg meg rættuliga sannførdan um, at tær destruktivu journalistisku kreftir í Sjónvarpinum, sum eg her havi funnist at, fara at svara aftur á ein ella annan hátt. Men nú vita so øll hví.