Best at sláa kalt vatn í blóðið

Jógvan við Keldu
----

Latið okkum geva vinnuni betri og fríari ræsur, enn so mong vilja, heldur enn at hálv- og heilkriminalisera hana. Hon er krumtappurin, sum virkar fyri vøkstri!

Lagnan hjá eini sitandi samgongu verður altíð av so mongum dømd máttleys, andstøðan heldur seg sjávandi altíð klára tað betur. Haldi, at oddagreinirnar í Sosialinum ofta vísa á eitt føroyskt máttloysi.

Vit sum sita uttanfyri avgerðir, kunnu í øllum førum staðfesta, nú vælferðin er økt, at krøvini eru ómettandi, meðan peningurin er relativt lítil. Tí brúkar politikarin nátúrliga orð í staðin fyri gerðir.

Upprópini um at fáa øll lesandi aftur, samstundis sum vit síggja og hoyra ólátaðu álopini á tey, sum skapa vøkstur í samfelagnum, væl skorðað undir av ”undirgreina-viðmerkjarum” og lutvíst facebook høvundum, sum alt meiri leggja lunnar undir okkara negativa tíðindaflutning, havi nevnt tað fleiri ferðir, so er hetta bara nakað eitt lítið smáborgarligt samfelag helst áhaldandi noyðist at liva við. Men eggjandi er tað ikki!

Danir útflyta akademikarar
Í grannalandinum Danmark, sum vit fyri tað mesta samstarvað við, sæst, at tá politiski myndugleikin skuldi seta ein “kick start” á aftur og við tí fáa 35túsund í arbeiði, siga forsagnirnar nú ístaðin, at tað fella 35túsnund størv frá í komandi tíð. Ov ofta halda politikarar, at tað sum er fest á pappírið, eisini letur seg fremja í verki. So er bara ikki! Veruleikin í dag er, at politikarin ikki stýrir upp- og niðurgongdum í vinnuni og soleiðis hevur tað helst altíð verið!

Meðan nógv verður tosað um at fáa øll lesandi heimaftur í Føroyum, kemur til sjóndar í Danmark, at brúk er ikki fyri øllum teimum útbúnu akademikarunum har, ráðgevarar biðja tey tí søkja til Noregs og Svøríkis.

At hesi fáa størv í londum, har enn er nóg mikið at gera, eru góðu útbúgvingunum fyri at takka. Munurin er ídag, at í Danmark útbúgvað tey fólk til at fara í starv í grannalondunum, meðan føroyingar verða útbúnir aðrastaðni, nakrir koma heimaftur, meðan aðrir verða verandi.

Vinnulívið skapar vøkstur
Ein veruligur og álvarsamur trupulleiki í Føroyum er, at politiski myndugleikin, serliga teir, sum ídag sita í andstøðu og partur av Miðflokkinum hevur so lítla virðing fyri etableraðum vinnufyritøkum. Hesir eru altíð spentir uppá grulvandi og trilvandi nýbyrjarar, sum enn ikki hava lagt “størri” upphæddir til avlops, og sum politikarar halda seg “helst skula hjálpa”. Áhugin hjá politikarum er ov eyðsýndur, at líka so skjótt vinnulívsfyritøkur hava avlop, er spurningurin, sum politikarin setur sær: “Hvussu fáa vit pening til høldar við hægri avgjøldum til størri almennan rakstur, heldur enn at peningurin sleppur at verða nýttur hjá vinnuni til nýíløgur og konsolideringar til onkur vánaligari ár”.

Nei, “latið okkum sláa kalt vatn í blóðið”, geva vinnuni betri og fríari ræsur, enn so mong vilja, heldur enn at hálv- og heilkriminalisera hana. Vinnan er krumtappurin, sum virkar fyri vøkstri.

Hetta er vegur til vøkstur heldur enn nevndir og hópin av alt ov nógvum eftirlitsfyritøkum, og øðrum, sum er ein sera órógvandi liður í arbeiðinum hjá okkara vinnufyritøkum í vøkstri. – Føroyar er eitt lítið land, tí eigur at vera einfalt at stýra.