Best í Beach Volley

Juanna S. Joensen vann fyri tveimum vikum síðani gull- og silvurmerki í opnari kapping í Beach Volley

Tað er eftirhondini gerandiskostur, at føroyskir flogbóltsleikarar gera um seg í Danmark.
Ein av teimum, sum skjótt hevur nógv ár á baki í donskum flogbólti er Juanna S. Joensen, og fyri tveimum vikum síðani fekk hon enn eitt heiti at erpa sær við.
Í kappingini, Århus Open, sum er kapping í beach volley, eydnaðist nevnliga Juannu at vinna tvey heiðursmerki.
Í A-røðini fyri kvinnur eydnaðist Juannu og makkara hennara, Evu Ostenfeld, at vinna røðina, og eisini í mix-kappingini eydnaðist at spæla seg fram til finaluna. Her máttu Juanna og makkarin, Morten Madsen, tó taka til takkar við silvurmerkinum.