Best man vera sum er

Skrivingin hjá teimum ið ikki ynskja eitt valdømi fyrikemur mær at vera rættuliga einsíðug. Tey flestu eru ímóti, men hava onki boð uppá, hvat ið so skal gerast, helst tí tey ikki ynskja nakra broyting. Tað er altíð lætt at vera ímóti, avbjóðingin er at vísa á loysnir, ið flest fólk kunnu semjast um

Verandi valskipan – fyrimunir og vansar

Okkara núverandi valskipan er frá 1978, tó eru smávegis broytingar gjørdar síðani, men grundleggjandi skipanin við uppbýti í valdømir er sostatt 29 ára gomul. Ein kann siga, at styrkin í verandi skipan er, at lokal umboðan er tryggjað við ásetingunum um valdømir og valdømisvald tingfólk.

Hinvegin so hevur verandi skipan nógvar veikleikar. Kendasta dømi er, at størsti flokkur ikki av sær sjálvum fær flest tingfólk vald. Eitt annað dømi er, at kvinnurnar, ið stilla upp, ikki fáa ta umboðan, ið talið av atkvøðum, ið tær fáa áttu at gjørt. Við løgtingsvalið í 2004 fingu kvinnurnar oman fyri 20% av atkvøðunum, meðan tær bert fingu 9% av umboðanini (3 limir av 32). Vallógin er heldur ikki soleiðis háttað, at hon tekur hædd fyri broytingum í fólkatalinum millum økini. Tað er ein royndur lutur, at tað skulu 2-3 ferðir so nógvar atkvøður til at fáa eitt umboð valt í Suðurstreymoy sum á Sandoynni.

Bæði Kvinnusamskipan Føroya og Demokratia heittu á Jacob Vestergaard landsstýrismann um at taka atlit til lokala umboðan og kvinnuumboðanina í samband við, at samgongan skuldi gera brotyingar í verandi vallóg. Landsstýrið kundi ikki semjast um broytingar, og landstýrismaðurin avvísti beinanveg, at hann vildi taka atlit til kvinnuumboðan í einum uppskoti til broytingar í vallógini. Sum kunnugt er onki broytingaruppskot lagt fram frá landsstýrinum.

Eitt valdømi – fyrimunir og vansar.

At lokala umboðanin ikki er tryggjað við einum valdømi kann vera bæði ein fyrimunur og ein vansi. Fyrimunur skilt á tann hátt, at størri krøv vera sett til tey, ið vera vald, tey skulu duga at orða seg sjálvstøðugt og hava ein boðskap. Hetta er langt ífrá altíð galdandi við verandi skipan. Hetta at veljarin kann seta krøv til tey, ið stilla upp, haldi eg er eitt pluss fyri fólkaræði og vil heilt víst lyfta støðið á politikkinum longur upp enn tað er í dag.

Um eitt valdømi viðførir eina miðsavnan av, hvør ið verður valdur á ting, eri ikki vís í at tað er so, men um tað er so, so er tað sera óheppi fyri fólkaræðið. Men tað er líka so óheppi, at forðingar eru skipanini, so vit ikki fáa fleiri kvinnur á ting.

At fara í óðamannaverki 2-3 mánaðir innan eitt løgtingsval at broyta skipanina til eitt valdømi kann vera sera óheppi. Ongin lýsing er av avleiðingunum hvørki positivum ella negativum avleiðingum. Høvdu politikarnir veruliga vilja nakað, so kundi ein t. d minkað talið av valdømisvaldum so líðandi t. d. yvir tvey valskeið. Tó haldi eg, at vit skulu varðveita eina lokala umboðan á sama hátt, sum vit eiga at strika tær forðingar, ið eru fyri at kvinnur kunnu vera valdar. Eitt stig kundi verið beinanveg at samtykt, at um ein flokkur hevur tveir listar, so telja teir sum ein, tá valdømisvaldu umboðini vera tillutað flokkunum. Eitt annað, ið kundi verið gjørt beinanveg, var at flokkarnir stillaðu upp í nummarrøð annahvørt valevni maður og annahvørt kvinna.

 

Niðurstøða

Sum eg síggi støðuna í dag, so hava vit tveir bólkar í hesum spurningi, ein ið ynskir eitt valdømi og ein, ið ynskir alt at vera sum er og tí ikki kemur við nøkrum uppskotum til broytingar. Ein má tí koma til ta niðurstøðu, at tey, ið eru ímóti einum valdømi ikki ynskja, at krøv skulu setast til tey, ið stilla upp, ikki ynskja at rætta upp á skeivleikar í verandi skipan og ikki ynskja fleiri kvinnur á ting.

Hetta er sera spell og fer at gera, at vit ógvuliga sannlíkt fara at fáa eina valskipan ið bert ein partur av fólkinum kann góðtaka.

heima.olivant.fo/~eydgunn/