Besta døgnið hjá Livari

Dagurin í dag hevur verið tann besti á ferðini hjá Livari Nysted og hinum umborð á Avalon, sum rør langa teinin frá Kanariuoyggjunum til Barbados. Livar og teir ætla at seta nýtt heimsmet við at rógva teinin undir 30 dagar.

Nú hava teir róð í 10 dagar, og tann 10. dagurin var tann besti. Teir hava í dag lagt 172 kilometrar aftur um seg, og tað eru teir sera væl nøgdir við.

Trip.fo, sum fylgir ferðini hjá Livari og teimum, skrivar, at veðrið er gott. Tað er lítil og ongin vindur, men nakað av aldu.

Nú eru 3437 kilometrar eftir at rógva, til teir koma á mál á Barbados.