Rakstrarúrslitið av primerum rakstri hjá Varðanum í Gøtu var fyri 2015 316 miljónir krónur í mun til 255 miljónir krónur fyri 2014.
Hetta er besta úrslitið hjá Varðanum higartil, og úrslitið eftir skatt var 185 miljónir fyri 2015 samanborið við 145 miljónir í 2014.
Varðin hevur goldið slakar 100 miljónir krónur í skattum og avgjøldum um árið seinastu trý árini, og í 2015 var talið 108,5 miljónir krónur.
- Starvsfólka- og hýrukostnaðirnir vóru í 2015 230,5 miljónir. Løntakararnir hava goldið umleið 50 prosent í skatti, sum gevur 115,25 miljónir, og samanlagt gevur hetta 223,75 miljónir krónur í skattum.
Varðin vísir á, at tá parturin, sum felagið eigur í Faroe Origin í Runavík (50 prosent), verður tikin við - ja, so hækka hesin tøl til ávíkavist 266 miljónir krónur í lønum og samanlagt í skattum til 242 miljónir.
- Haraftrat kemur nógv avleitt virksemi kring um landið, sigur Varðin, sum hevur tilsamans 400 fólk í starvi.