Besta verjan nakrantíð - næstringasta álopið nakrantíð

Ongantíð hevur eitt føroyskt landslið latið færri mál inn í einari undankapping, og bert eina ferð skotið færri mál

Tá takast skal samanum júst lidnu EM-undankappingina hjá føroyska landsliðnum er ein ógvuliga jaligur lutur, og ein ógvuliga neiligur lutur at draga fram.

 

Mótstøðuliðini hjá Føroyum skoraðu 13 ferðir móti Føroyum. Tað er tað minsta tal av málum, ið er skorað móti føroysku landsliðnum í nakrari undankapping.

 

Til HM-undankappingina til HM-endaspælið í 2018 vóru 16 mál skotin móti Føroyum, ið tá var besta undankappingin nakrantíð hjá Føroyum, verjuliga.

 

Hendan undankappingin var tó tann næstringasta nakrantíð, tá tað kemur til at skjóta mál. 

 

Føroyar skutu bert tvey mál í hesari undankappingini, ið er tað næstringasta talið av málum í einari undankapping nakrantíð. 

 

Tann ringasta undankappingin nakrantíð var undankappingin til HM-endaspælið í 1994, tá føroyska landsliðið bert megnaði at skjóta eitt mál. 

 

Bert í tveimum undankappingum er tað eydnast føroyska landsliðnum at skjóta 10 mál. Tað vóru undankappingarnar til EM í 1996 og HM í 1998. Í øllum hinum undankappingunum hevur føroyska landsliðið skotið færri enn 10 mál. 

 

HER eru málúrtøkurnar hjá føroyska landsliðnum í øllum undankappingum síðani 1990:

 

2-13 (til EM 2024) - fægst mál skotin móti Føroyum í einari undankapping. 

 

7-23 (til HM 2022)

 

4-30 (til EM 2020)

 

4-16 (til HM 2018)

 

6-17 (til EM 2016)

 

4-29 (til HM 2014)

 

6-26 (til EM 2012)

 

5-20 (til HM 2010)

 

4-43 (til EM 2008) - Flest mál skotin móti Føroyum í einari undankapping.

 

4-27 (til HM 2006)

 

7-18 (til EM 2004)

 

6-23 (til HM 2002)

 

4-17 (til EM 2000)

 

10-31 (til HM 1998) - Flest mál skotin av Føroyum í einari undankapping.

 

10-35 (til EM 1996) - Flest mál skotin av Føroyum í einari undankapping.

 

1-38 (til HM 1994) - Fægst mál skotin av Føroyum í einari undankapping.

 

3-26 (til EM 1992)

 

Kelda: FaroeSoccer