Besta virki í Eysturoynni

Vikuskiftið 19. - 20. februar skipar Áhugafelagið Fløtugerð, sum er stuðulsfelag hjá Ítróttarfelag Fuglafjarðar, fyri firmakapping í Ítró

ttarhøllini á Kambsdali. Kappingin er fyri virkir í Eysturoynni.

Tað munnu vera mong ár síðan seinast, at firmakapping hevur verið fyri virki í Eysturoynni. Ein orsøk man hava verið, at vánaligu tíðirnar høvdu við sær, at ikki serliga mong virki vóru í oynni, og harvið vóru fyritreytirnar fyri eini stórari og spennandi kapping heldur ikki til staðar. Men seinnu árini eru fleiri og fleiri virki komin, samstundis, sum tey, sum kláraðu ringastu skerini, gerast størri.

- Tí verður mett, at grundarlagið fyri at fyriskipa firmakapping í Eysturoynni beint nú er so gott sum tað óivað einaferð kann verða. Og vónandi verða tað fleiri av mongu virkjunum í oynni, sum fara at vísa tiltakinum áhuga, og fara at meldað eitt ella fleiri lið til kappingina.

Leikt verður við 5 monnum á hvørjum liði, og harav skal minst ein verða frammanfyri miðjuna meðan leikt verður. Loyvt er at hava í mesta lagi ein útskiftisleikara. Leikt verður við hondbóltsmálum. Aftasti maðurin hevur ikki loyvi til at bjarga ella taka bóltin við hondunum. Aldursmarkið fyri at luttaka er 16 ár.

Eitt, sum er vert at leggja til merkis, er, at hvørt liðið kann, í mesta lagi, hava ein leikara, sum hevur leikt við 1., 2., 3. deild og/ella unglingum. Hesar treytir skulu fylgjast, og verður lið, sum ikki líkur hesar treytir, noktað luttøku ella eisini tveitt úr kappingini.

Heiðursmerki og steyp verður latið vinnandi liðnum, meðan nr. 2 og 3 fáa heiðursmerki.

Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 400,00 fyri hvørt liðið Tað ræður um at bera skjótt at, tí tað er avmarkað tilmelding til kappingina. Tilmeldingin, sum fer fram á tel. 44 41 74 ella 44 42 15, skal gerast áðrenn týsdagin 15. februar.

So spennandi verður, hvat virki í Eysturoynni hevur bestu fótbólsligu dygdirnar, og kann kjósa seg sum besta virki í Eysturoynni. Svarið upp á hendan spurning fæst ikki fyrrenn sunnudagin 20. februar í ítróttarhøllini á Kambsdali, tá firmakappingin er liðug. Til ta tíð.

- Meldið lið til, bíðið, og verið so við í spennandi kappingini um at gerast ársins virki í Eysturoynni!!!!


Vinarliga

f. Áhugafelagið Fløtugerð

Anna Larsen

Tel. 444174