TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu sum var við dámliga venjaran hjá Glenn Ståhl á FM1 fyrrakvøldið. Samrøðan er á svensku, har brúkt verða donsk orð, har svenska orðið víkir nógv frá donskum.
Samrøðan var um góðu gongdina hjá Svøríki í HM-endaspælinum í Russlandi, og seinasti parturin snýr seg um fyrru hálvuna av kappingarárinum hjá Suðringum í betrideildini.
Glenn Ståhl heldur, at Svøríki í 3-0 sigrinum á Meksiko helst spældi sín besta dyst í einum HM-endaspæli, síðani Svøríki vann HM-bronsu í 1994.
Glenn Ståhl hevur góðar vónir um, at Svøríki við sínum sterka liðanda og kollektivi kann røkka langt í HM-kappingini, og Svøríki hevur avgjørt møguleikar at fáa heiðursmerki í HM-kappingini. Tó hevði Glenn Ståhl ynskt, at Peter Forsberg kom í gongd við málskjótingina.
Um fyrru hálvu av landskappingini í betrideildini hjá Suðringum sigur Glenn Ståhl, at hann er glaður fyri gongdina í mai, tá liðið vann í landskappingini og í steypakappingini, men hann staðfestir, at tað hevur gingið illa í hond í juni. Ein alt ov tunnur hópur ger eisini arbeiðssetningin torføran, men svenski venjarin hevur vónir um, at úrtøkan kann gerast betur seinastu 12 umførini.