Besti nýggi: The Dreams

Punkrokkbólkurin úr Havn er tann fyrsti føroyski bólkurin, sum av álvara er sloppin fram at á tónleikarásini MTV.

 Bólkurin varð valdur til at verða við í kappingini The A Cut, og har stóðu teir seg heilt væl, hóast teir vórðu soldaðir frá móti endanum av kappingini.
Tríggir tónleikarar eru í The Dreams, og teir spæla lívligan rokktónleik, sum er á tann punkkenda bógvin. Bólkurin hevur eitt lítið ár á baki, men hann hevur longu gjørt vart við seg í føroyskum tónleiki. Eftir at bólkurin var komin inn í hitan á MTV, vóru boð eftir honum til føroysku tónleikafestivalarnar í summar, og The Dreams spældi bæði á Jóansøkufestivalinum, G! Festivalinum og á Summar Festivalinum, umframt at bólkurin hevur spælt á øðrum konsertum. The Dreams er eitt spennandi og ungt navn í føroyskum tónleiki.
 
Atkvøða: Send «pla bn 5« til 1441.