Kynstrið at steikja fiskafrikadellur verður avgerandi, tá Føroya besti skipskokkur skal finnast á Sjómannadegnum.
Kokkurin er sjálvandi eitt evni, sum sjómann ofta tosa um. Antin hann er góður, ikki kann brúkast ella kanska er brúkiligur.
Á Sjómannadegnum hava tey sett sær fyri, at besti skipskokkurin skal finnast, og hetta verður gjørt við kapping, har kvinnur og menn kappast um at steikja fiskafrikadellur. Tá øll hava roynt sítt, ger dómsnevndin av, hvør eigur bestu frikadellurnar av øllum.