Tað eru fleiri stór evni, ið verða tikin upp í ungdómsbókini Hungursleikirnir, sum nú kemur út á føroyskum: At vinna merkir, heiður og æru, og hetta At tapa deyða.
Tað er Bókadeildin sum nú gevur út bókina Hungursleikirnir eftir Suzanne Collins. Tað serstaka við hesi bókini er, at hon, var mest selda bók í USA í 2011.
Hungursleikirnir er fyrsta bókin í tríverkinum The hunger Games.Tær tríggjar bøkurnar í røðini Hungurleikir lógu nummar 1, 2 og 3 á bestseljaralistum í USA í 2011.
- Hetta er bara hent einaferð áður, tá ið bøkurnar hjá Stieg Larson megnaðu sama bragdið. Samstundis er Suzanne Collins fyrsti barna og ungdómsbókarithøvundurin, sum hevur selt fleiri enn eina millión ebøkur á Amazon Kindle.
Bókin er 374 blaðsíðir og er heft við klaffum. Bergur Rasmussen týddi. Næsta bókin í røðini kemur í heyst.
Bókarøðin verður eisini gjørd til film, og fyrsti filmurin hevur frumsýning í Havnar Bio longu tann 22. mars. Myndin stavar hagani.