Bestu deildirnar í Svøríki siga nei til VAR

Ein meiriluti av feløgunum í tveimum teimum ovastu deildunum eru ímóti at innføra VAR í Svøríki

18 av teimum 32 feløgunum í bestu og næstbestu svensku fótbóltsdeildunum, Allsvenskan og Superettan eru ímóti, at VAR-døming skal innførast í tveimum teimum ovastu fótbóltsdeildunum í Svøríki.

 

Tey 18 feløgini sum eru ímóti, at VAR verður innført eru: AIK, Degerfors, Djurgården, Hammarby, Elfsborg, IFK Göteborg, IFK Norrköping, IK Sirius, Malmö FF, Mjällby AIF, Gais, Gefle, Gif Sundsvall, Helsingborgs IF, Jönköpings Södra, Landskrona Bois, Örebro SK og Örgryte.

 

Enn hava hini 14 feløgini í bestu deildunum ikki endaliga meldað út, men tað er ikki óhugsandi, at tað vera fleiri enn 18 sum eru ímóti at innføra VAR í Svøríki. 

 

Samtakið fyri svenskar fótbóltsfjepparar, ið nevnist SFSU (Svenska Fotboll Supportrars Union) stórfegnast um avgerðina. Fjepparasamtakið sigur, at talan er um ein stóran sigur fyri fólkaræði, at ein stórur partur av elitini lurtar eftir fjepparunum, og hetta prógvar, at tað eru svenskarar og ikki fremmand áhugamál, ið stýra svenskum fótbólti.