Bestu dreingirnir eru umborð á Ingibjørg

Aftur í kvøld vóru tað dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag, sum vunnu barnaróðurin

Tað sær ikki út til, at nakar av avbjóðarunum er førur fyri at standa dreingjunum umborð á Ingibjørg kurl í kappingini millum barnamanningar.

Dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag vunnu á norðoyastevnu, og teir vunnu leygardagin á jóansøku.

Í kvøld kappaðust teir í Hósvík, og aftur hesaferð fór Ingibjørg fyrst um málið.

Á jóansøku var Falkur úr Hósvík nummar tvey. Í kvøld gekk tað ikki heilt so væl hjá teimum úr Hósvík, sum endaðu á fjórða plássi. Tjaldrið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ var nummar fýra á jóansøku. Í kvøld endaði Tjaldrið á øðrum plássi.

Ingibjørg var tað mesta av einari bátslongd undan Tjaldrinum, og Tjaldrið var eina bátslongd frammanfyri Firild av Tvøroyri, sum var nummar trý bæði á jóansøku og í kvøld.

1 Ingibjørg 02.31.49

2 Tjaldrið 02.33.35

3 Firildur 02.36.28

4 Falkur 02.38.19

5 Jallurin 02.43.08

6 Beinta 02.43.08

7 Svalan 02.43.27

8 Ternan 02.46.37

9 Ørnin 02.50.03

10 Tekla 02.55.47

11 Knúkur 02.59.12