Bestu liðini hjá Neistanum vunnu á útivølli

Neistakvinnur vunnu suðuri í Vági. Mennirnir vunnu í Vestmanna

Savnsmynd

Savnsmynd

Hetta gjørdist ein góður dagur fyri Neistan, har talan gjørdist um útisigrar í SMS-deildini og Burn Mansdeildini. 

 

Neistakvinnur vunnu greiðan 29-16 sigur á VB í Vágshøll í Vági. Heimaliðið var betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Neistin á odda 12-9.

 

VB-Neistin 16-29 (9-12)

 

Málskjúttar VB: Tórun Vilhelm 7, Gurið K. Augustinussen 5, Bára K. Mortensen 2, Rannvá Johannessen 2. 

 

Málskjúttar Neistin: Nada Pejovic 5, Sára S. Mikkelsen 4, Maria P. Nólsoy 4, Rakul Magnussen 3, Hervør Niclasen 3, Ingunn Kristina Persson 3, Sólbjørt Høj 2, Bjørk Joensen 2, Silja Heðinsdóttir 1, Frida H. Jacobsen 1, Lea Mohr 1.

 

Neistin er nummar tvey í SMS-deildini við seks stigum, trý stig aftanfyri oddaliðið, Kyndil. VB og EB liggja aftast við ongum stigi, men tað kann VB bøta uppá tá tær spæla á Eiði komandi leygardag. 

 

Neistamenn vunnu ein góðan 30-26 sigur á VÍF í Vestmanna. Neistin hevði eitt framúr gott avrik í fyrra hálvleiki. Í steðginum var støðan 20-12 til Neistan. 

 

VÍF-Neistin 26-30 (12-20)

 

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 11, Hallur Arason 6, Magnus Müller 3, Hanus Christophersen 3, Rúni Fonsdal 1, Martin Nielsen 1, Óla Jákup Olsen 1. 

 

Málskjúttar Neistin: Hanus Arason 9, Isak Vedelsbøl 7, Ágúst Ingi Óskarsson 6, Johannes Bjørgvin 3, Tróndur Kragesteen 2, Felix Már Kristjánsson 1, Rókur Arason 1, Rasmus Søby 1. 

 

Neistin og VÍF hava bæði fýra stig og hava trý stig upp til oddaliðið, Team Klaksvík.

 

 

 

Savnsmynd

Savnsmynd