Betongtungur bjálki av ósakligheit

Høgni Hoydal eftirlýsir einum farra av sakligheit í orðaskifti við Atla Dam. Well hann hevur so kanska funnið ikki farran, men flísina í Atla eyga.

 

Atli Dam



Høgni Hoydal eftirlýsir einum farra av sakligheit í orðaskifti við Atla Dam. Well hann hevur so kanska funnið ikki farran, men flísina í Atla eyga. Og flísina duga vit menniskju sambært halgubók at síggja meira ella minni hjá øðrum, men samstundis kunnu vit ganga við einum bjálka í egnum eyga, sum vit ongantíð varnast.

Hvat sakligheit og sannføri viðvíkur gongur Høgni við einum so betongtungum bjálka í eygunum, at hann nærum forðar øllum útsýni til øki, sum ikki hava júst við loysing og fullveldi at gera.

Høgni Hoydal skal vita, at uttan mun til hansara uppástand, metir Atli Dam seg framvegis hava ein virðismiklan politiskan førning at bera, og trúgv uppá tað hann hevur staðið fyri í politikki.

Mær tørvar ikki lygn og persónliga útspilling til tess at undirbyggja mína meining, eg eri framvegis púra kaldur yvirfyri bukkuspannum, sum eg havi fingið oman yvir meg í túsundatali í mínum politiska lívi. Men eg vil sanniliga hava møguleika og rætt til at siga, at eg haldi menn siga ósatt, tá eg haldi at so er, men samstundis vil eg framhaldandi royna at liva upp til eitt umdømi, sum sigur, at orð Atla kann ein líta á, at ein avtala vð Atla heldur o.s.fr., alt slíkt, sum Høgni kann spyrja eldri politikarar um, eisini í tjóðveldisflokkinum. Men her hugsi eg sjálvsagt ikki um Hergeir Nielsen.

Petur Mohr Dam segði altíð, at lygnum er ómøguligt at halda bókhald yvir, tí skal ein halda seg til sannleikan. Men hetta gert tú sjálvandi ikki longur enn tú ert sanførdur um hvat er satt og ósatt, tí er ein farri av subjektivi í øllum tú sigur.

At analysera og sundurgreina postulátini í eftirlýsing Høgna Hoydals loysir seg ikki, men fari eg niðanfyri, at lista nakrar úrskurðir, sum siga meira um bjálkan hjá Høgna enn um manglandi farran hjá Atla:

1. Havi enn onga grein ella lesarabræv móti Høgna sæð, sum hann ikki hevur heft orðið ?ósakligt? uppá.

Er ein ósamdur við Høgna Hoydal, er ein sjálvandi ósakligur. Tað var jú eisini tað sum Marianne Jelved avdúkaði, tá hon spurdi, um tað, at ein var ósamdur við Høgna Hoydal, var tað sama sum at vera ?óseriøsur?.

2. Høgni Hoydal sigur meg vilja at Føroyar skulu verða partur av danska ríkinum. Tað er rætt, at eg mæli til ríkisfelagsskap ímillum tríggjar javnbjóðis tjóðir og lond. Eg eri samdur við Frederik Harhoff í, at Danmark reelt ikki longur er eitt eindarríki, men er trýbýtt. Og tað hevur longi verið so, í minsta lagi síðan onkuntíð í sjeytiárinum. Men yvirtøkan av undirgrundini staðfestir hetta betri enn nakað annað. Tað sum pínir er væl júst hetta, tí tað torpederar delegationsteoriina við afturtøkumøguleika, sum hevur verið politiska bíblia tjóðveldismanna. Sjálvsagt eru formellir trupuleikar av ósamsvari við grundlóg og valdandi statsrættarteori. Men tað er jú besta dømi um samráðingarvilja dana, at Poul Nyrup segði ?ja men det er jo det vi nu skal finde ud af?. Grundlógir broytast og stats ? og fólkarættarlig teori førkar seg hvønn dag sum gongur. Hesi 12 donsku orð hava allir føroyingar hoyrt, men samráðingarmenn landsstýrisins royna at dylja tey sum mannsmorð.

Høgni leggur mær í hug og munn, at vit skulu lata ábyrgdina og alt vald frá okkum. Tað havi eg ongantíð sagt. Er hetta dømi um Hoydalska sakligheit?

3. Vit mála ?ræðumyndir?, vil Høgni vera við. Nei, ræðumyndirnar hevur Høgni sjálvur goldið fyri við teim 20-tals milliónum, hann ?hensynsleyst? hevur nýtt til fullveldispropagandu. Tað er Hvítabók, sum setir ljóskastaran á, at búskaparliga hongur tað ikki saman at taka eina milliard burturúr fíggjarlógini og so vænta, at bert ein milliard skal koma í samlaða búskaparvøksturin í staðin. Seinast var tað loysingarmaðurin Hermann Oskarson, sum tægaði hettar sundur á fundinum hjá ?Hesuferð?.

4. Eg havi ikki umtalað fullveldisfólk sum serligar verur. Men, slík sum vilja kvetta, kubba, øsa og skapa illvild mótvegis dønum, sum onki hava við hetta at gera, sært tú hvønn dag gera vart við seg í bløðunum. Havi heldur ongan skýrt kommunist ella fasist í mínari viðmerking. Men hetta er kanska Hoydalsk sakligheit?

Men nú tú rør uppundir fortíð, so skal eg viðganga, at eg havi hugsað um hetta. Eg havi ta fatan, at títt jørildi var ikki demokratiskt, hóast tú so dúgliga talar um fult demokratiska tilgongd o.s.fr. Havi eisini hugsa um, at tín útbúgving m.a. snýr seg um, hvussu ein við gjørdum hendingarøðum kann draga ymisk samfelagsviðurskifti fram úr loynidómi, og tá tú so nýtir hetta til at tilræna tær ?definitións?-rættin til, hvat hugtøkini merkja, so sum eg fyrr havi víst á, ja so standa vit yvir fyri nøkrum spildur nýggjum.

Havi júst ikki viljað verið so óflýggjaligur, at eg bólkaði hetta í gomul hugtøk um fasismu, kommunismu, maoismu, skipan av politiskum ?cellum? ella slíkum, men havi fyri meg sjálvan skapt eina definitión, sum er, at vit hava fingið eitt Høgnakrati afturat allari teirri gomlu barlastini.

5. Um bankamálið er at siga, at heimastýrisskipanin skramlaði ikki orsaka av tí. Tað avdúkaði veikleikar, sum eg ofta hevði víst á áðrenn skrædlið. At vit ikki fingu landsbanka, at ómøguligt var at burturbeina rentuspekulatiónina (samstundis sum Hergeir Nielsen skýrdi meg bankarænara), at vit ikki fingu lut í somu vitan sum Fíggjareftirlitið og mangt annað, eru dømi um viðurskifti, sum kravdu broyting, men tað er ósakligt at krevja alla Heimastýrisskipanina avtikna av hesum grundum.

Nú hava tit skjótt gingið fýra ár í politiskari oyðimørk, har allur samfelagsútviklingurin liggur á láni, tit gjalda loysigjald til verunligar politiskar rænarar og sjórænarar, men ikki so mikið sum Fíggjareftirlitið er komið upp á pláss.

Eg havi ætlanir um at koma umaftur í 80?ini, men hvørt heilsan ella árini verða til tess, veit eingin. Men eydnast tað, so kann sláast fast, at ein orsøk var, at millum annað 20 til 22% av veljarunum nýttu sína atkvøðu til eitt politiskt ?konglomorat?, sum tjóðveldispolitikkur altíð var og framvegis er. Har bert loysingin savnar. Ja, hatta var sjálvmótsigandi: Loysingin savnar.

6. Eg havi ikki sagt, at landsstýrið hevur víst frá sær ráðgeving i fullveldismálinum, men hjálp til at røkka upplýsingar frá ST. Er her ein viljað snaring? Ella er hetta aftur dømi um Hoydalska sakligheit?

Verunleikin er, at tilboðið ikki kundi nýtast politiskt og kanska tí ikki hevði áhuga. Lat hetta vera eina insinuatión, um tú vilt. So er tað flísin í eyga mínum, men tú kanst sum journalistur nokta at almannakunngera keldur, tað einasta, sum tá hendir, er at ?bjálkin? tyngist enn meira.

7. Tú ynskir orðaskifti um royndirnar av Heimastýrisskipanini, hvat vit læra av teim, og gangi eg út frá, hvussu vit fara víðari. Tað er í lagi, um tú verunliga vilt tað. Men so má eg eisini krevja, at tú setir teg inn í tað hugsjónarliga og filosofiska støði, sum vit byggja okkara uppástand á um, at tú røkkur størri frælsi og verunligum sjálvsavgerðarrætti í samvinnu, enn tú kanst røkka sum lítil suverenur státur, kroystur av allari teirri máttugu verð uttanum okkum.

Havi skrivað rættiliga nógv um hetta ideologiska grundarlag. Trúði tú kendi tað. Tí undraði tað meg, at tit so arrogant tóku tær tríggjar apurnar í favn, sum symbolisera, at eg hoyri onki, eg síggi onki og sigi onki, tá uppskotið um eina sjálvstýrislóg kom til viðgerðar í tinginum í august 1999.

Tit virdu ikki uppskotinum viðgerð, framsøgumaðurin skýrdi tað ein sjúkan nátaunga, sum ongin troystaði sær at taka inn í bátin, hóast einasti fuglur eg tá kundi koma í tankar um var allikan, tí maðurin var, sum danir siga ?så f... som en allike?.

Tú hevur sum ?hurtigsnakkari?smogið tær undan, við at látast sum tú ikki skilti sjálvstýrisuppskotið aðru hvørja ferð, og aðruhvørja ferð at siga, at sjálvstýrisuppskotið hjá Javnaðarflokkinum var tað sama sum fullveldisuppskot samgongunnar. Tú visti væl, at loysing/ikki loysing er ein aðalmunur.

Enn einaferð Hoydalsk sakligheit?


Hvussu fáa vit ábyrgdarfullar politikarar?

Høgni Hoydal hevur óteljandi ferðir ført fram, at ?loysing? ella ?frælsi? tryggjar okkum móti kreppum, skaptum av ábyrgdarleysum politikarum.

Dømini eru mong úr t.d. Afrika, at ongantíð gjørdist ábyrgdarloysið størri enn aftaná at londini fingu sokallað ?frælsi?, tí er tað ósakligt at billa fólki inn, at loysing tryggjar Føroyum ábyrdgarfullar politikarar.

Men tað er helst eisini ósakligt at nýta lond í Afriku til samanberingar, hóast Hvítabók ger tað.

Tað vit higartil hava fingið, er einaferð afturat politikarar, eitt nú Høgna Hoydal, sum eru til reiðar at klúgva føroysku tjóðina úr skalla í hæl við bert 1 atkvøðu í meiriluta. Tað er ikki ábyrgdarfult, men Høgnakratiskt.

Hetta málið skal loysast av _ av løgtinginum við ikki minni enn _ av fólkinum aftanfyri seg.

Longu nú fer ein óhugnaligur hatursgjóstur yvir landið. So haturskent tjak hava vit ikki sæð síðani 1945-48, fyrr enn nú meiningakanning var kunngjørd herfyri.

Hygg bara í gjár at spræningini, sum Sjúrður Skaale sendir, tann fitti maður hann var og vónandi aftur blívur.